Tað er vorðið eitt sindur lýggjari

Tað er vorðið eitt sindur lýggjari
Føroyska veðurlagið er í broyting 
Roynt verður at steðga veðurlagsbroytingum við altjóða ráðstevnum.
 
09.07.2024 - 06:01

Føroyska veðurlagið er í broyting. 

Við støði í dátum og vitan, sum vóru løgd fram ella umrødd á Veðurlagsdegnum 2024, sum var í Havn 19. mars, er greitt, at føroyska veðurlagið broytist. 

Millum týdningarmestu niðurstøðurnar eru, at miðalhitin í luftini um okkara leiðir er vaksin eitt stig síðani 1873. 

Vatnskorpan við Føroyar er hækkað 10 sentimetrar seinastu 30 árini, og hitin niðri við botn í Bankarennuni er vaksin 0,25 stig síðani 2001. 

Umhvørvisstovan, Havstovan, Jarðfeingi, Tjóðsavnið, Landsverk, Hagstovan og Veðurstovan skipaðu fyri Veðurlagsdegnum.  

Ætlanin er at hava Veðurlagsdag næsta ár.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 24. september
RagnarRokk 24.september 2026
213255
Hósdag 24. september
Nýtt ljóð
213747
Hósdag 24. september
Breddin: Grønland og verjuavtalan
213727
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 24. september
Veðrið
213751
Mikudag 23. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213666
Týsdag 22. september
Veðrið
213650
Mánadag 21. september
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
213602
Mánadag 21. september
Veðrið
213585