Nú búgva 54.687 fólk í Føroyum

Nú búgva 54.687 fólk í Føroyum
Vøksturin síðani 1. juni í fjør er bara 0,6 prosent
Størsta broytingin var í nettoflytingini, sum minkaði nógv, serliga millum teirra uttan bústaðartilknýti. (Savnsmynd: Bjarni Árting Rubeksen)
 
10.07.2024 - 09:34

Fólkavøksturin gerst minni og minni fyri hvørjar tólv mánaðir, sum ganga.

1. juni búðu 54.687 fólk í Føroyum.

Vøksturin síðani 1. juni í fjør er bara 0,6 prosent.

Frá 1. juni í 2022 til 1. juni 2023 var vøksturin 0,9 prosent, skrivar Hagstovan.

Størsta broytingin var í nettoflytingini, sum minkaði nógv, serliga millum teirra uttan bústaðartilknýti. 

Hon var 183 fólk. Tað eru 138 fólk færri enn í undanfarna tíðarskeiði. 

Burðaravlopið minkaði eisini. Tað var 140 fólk. Tað var 179 frá 2022 til 2023.

Orsøkin er, at færri børn vera fødd.

 

 


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 3. mars
Eitt korter við kórtónleiki
205078
Týsdag 3. mars
Corrado Rustici um Chaire
205061
Týsdag 3. mars
Morgunlestur týsdagur 3.mars 2026
204717
Mánadag 2. mars
Norðurljóð 2.mars 2026
204747
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 3. mars
Veðrið
205102
Týsdag 3. mars
Stjørnan í fimta parti
204959
Mánadag 2. mars
Veðrið
205044