Kommunulækni: Størri týdning at hava vitan í høvdinum enn í eini mappu

Kommunulækni: Størri týdning at hava vitan í høvdinum enn í eini mappu
Landslæknin hevur givið trimum kommunulæknaviðtalum boð um at rætta feilir og manglar
Feilir og manglar í ávísum kommunulæknaviðtalum skulu rættast, sigur landslæknin. (Savnsmynd)
 
11.07.2024 - 14:41

Í apríl var landslæknin á vitjan í sjey kommunulæknaviðtalum fyri at kanna feilir og manglar, sum kunnu ávirka sjúklingatrygdina.

Ein av kommunulæknunum, sum fekk boð um ábøtur, er Hanus á Lógv í Klaksvík.

Hann sigur í viðmerking, at landslæknin segði í apríl, at hann fór at senda teimum skrivligt svar um eftirlitið um tvær vikur. 

Men svarið kom ikki fyrr enn í juni, og kommunulæknanir fingu freist til 1. juli at koma við sínum viðmerkingum. 

Hanus á Lógv vísir á, at hann hevur nógv um at vera, og hevur ikki havt stundir at svara Landslæknanum aftur fyri evstamark. 

Tað undrar tó Hanus á Lógv, at Landslæknin kortini leggur skriv um ábreiðslurnar út á heimasíðuna hjá Landslæknaembætinum, har hann við navni nevnir viðtalurnar, sum hava feilir og manglar.

 

Eg eri av tí fatan, at tað hevur størri týdning at hava vitanina í høvdinum enn í eini mappu á hillini.

                  Hanus á Lógv, kommunulækni

 

Stillandi heilivág í 50 ár

Læknaviðtalan hjá Hanusi á Lógv hevur fingið boð um at tryggja forsvarliga medisinska viðgerð, viðgerð við heilivági, sum skapar bundinskap, og síggja til, at viðtalan hevur greiðar reglur um arbeiðið hjá sjúkrarøktarfrøðinginum. 

Viðvíkjandi viðgerð við heilvági, sum skapar bundinskap, er tað í høvuðsheitinum talan um fólk, sum hava verið í viðgerð við stillandi heilivági. 

- Hetta er fólk, sum hava tikið stillandi heilivág í 50 ár kanska, og tí er torført at taka heilivágin frá teimum. Men sjálvandi vil eg skriva minni av linnandi heilivági til sjúklingar, sigur Hanus á Lógv, og leggur aftrat, at tað er ein trupulleiki hjá øllum læknum, og sjálvandi royna allir læknar at hjálpa fólki burtur úr hesum misbrúki, men tað er ikki nøkur løtt uppgáva.

 

Dugnaligur sjúkrarøktarfrøðingur

Viðvíkjandi arbeiðsgongd hjá sjúkrarøktarfrøðinginum, sigur Hanus á Lógv, at hann hevur ein dugnaligan sjúkrarøktarfrøðing, sum hevur arbeitt í læknaviðtaluni í nógv ár. 

- Eg veit, at hon t.d. dugir at taka blóðroynd. Og tað eru bara vit bæði í viðtaluni, og tí er ikki neyðugt við niðurskrivaðum reglum, sigur Hanus á Lógv.

- Eg arbeiði tætt saman við sjúkrarøktarfrøðinginum og skrivaranum í míni viðtalu um allar uppgávur, og tær vita væl, hvat tær kunnu gera sjálvar, og hvat tær ikki kunnu gera. Ein partur er niðurskrivaður, men ikki alt. Eg eri av tí fatan, at tað hevur størri týdning at hava vitanina í høvdinum enn í eini mappu á hillini, sigur Hanus á Lógv, kommunulækni.

 

Tað, sum landslæknin kom við, havi eg longu rættað.

                   Birni Hansen, kommunulækni

 

Er longu rættað

Kommunulæknin Birni Hansen í Hoyvík hevur fingið boð frá landslæknanum um at tryggja forsvarliga medisinska viðgerð, viðgerð við heilivági, sum skapar bundinskap, og handfaring av parakliniskum kanningum, sum umfata millum annað vevnað, blóð ella land.

Birni Hansen, kommunulækni í Hoyvík, váttar, at landslæknin hevur verið á eftirlitsvitjan hjá sær, og at hann fekk boð um at fáa ymiskt rættað og betur skipað.

- Tað, sum landslæknin kom við, havi eg longu rættað, sigur Birni Hansen, sum ikki vil gera bandaða samrøðu við Kringvarpið um málið.

 

Viðvíkjandi stillandi heilivágnum, skal ein ætlan gerast fyri, hvussu leingi heilivágurin skal takast.

                  Pál Weihe,  heilsufakligur ráðgevi hjá Heilsutrygd

 

Ikki føst manning

Læknamiðstøðin á Tvøroyri hevur fingið boð um tryggja forsvarliga viðgerð av sjúklingum, sum hava kroniskar sjúkur, viðgerð við heilivági, sum skapar bundinskap, handfaring av parakliniskum kanningum og at síggja til, at greiðar reglur eru um arbeiðið hjá starvsfólki í viðtaluni.

Viðtalan hevði ikki mannagongdir, sum tryggjaðu, at fólk fingu svar uppá allar fyriskipaðar kanningar.

Sjúklingarnir skuldu sjálvir spyrja um svarið.

Pál Weihe er heilsufakligur ráðgevi hjá Heilsutrygd.

- Hetta er avleiðing av, at føst manning ikki er í læknavaktini á Tvøroyri, sigur hann.

- Nógvir vikarar arbeiða í viðtaluni í stutta tíð í senn, og í skiftinum, tá ið nýggjur vikarur tekur við, kunnu uppfylgingar og svar onkuntíð detta niður ímillum. Hetta skal fáast í rættlag, sigur Pál Weihe.

Viðvíkjandi stillandi heilivágnum, skal ein ætlan gerast fyri, hvussu leingi heilivágurin skal takast.

Samanumtikið skulu mannagongdir og leiðreglur gerast, sum lúka krøvini hjá stýrinum fyri sjúklingatrygd, sigur Pál Weihe.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 17. oktober
RagnarRokk 17.oktober 2024
180803
Hósdag 17. oktober
RagnarRokk:Markus Vanhala um Nordic Gothic
180802
Hósdag 17. oktober
«Ein maður átti eitt fikutræ...»
182221
Hósdag 17. oktober
RagnarRokk: Dan Lorenzo um Visioning
180799
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 17. oktober
Sært tú fuglin? II (2:2)
182194
Týsdag 15. oktober
Veðrið - teknmálstulkað
182120
Týsdag 15. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
182119
Týsdag 15. oktober
Veðrið
182112
Týsdag 15. oktober
Fletta í Kongsstovu
182110