Árin á umhvørvið góðkent

Árin á umhvørvið góðkent
Umhvørvisstovan hevur góðkent umhvørvisárinsmetingina, sum SEV hevur gjørt um vindmyllulundina í Klivaløkshaga á Sandi
Myllurnar vera vestanfyri Sands bygd og fara at síggjast úr bygdini.
 
15.07.2024 - 06:09

Umhvørvisstovan hevur góðkent umhvørvisárinsmetingina, sum SEV hevur gjørt um vindmyllulundina í Klivaløkshaga á Sandi.

SEV ætlar seta upp fimm, seks ella sjey myllur í Klivaløkshaga vestan fyri Sands bygd. 

Staðsetingin er ein lutfalsliga breiður fjallaryggur ella kambur millum Klivarnar og Vørðuna.

Verkætlanin verður boðin út. 

Uppskot er gjørt um atkomuveg, sum ætlandi verður bundin í vegin millum Sand og Skopun, nakað norðan fyri íbindingina frá undirsjóvartunlinum.

Vindmylluvirksemið krevur lendi, sum er 30.000 fermetrar.

 

 

Eingin ampi

Sambært árinsmetingini fara vindmyllurnar ikki at vera til ampa, hvørki við óljóði, skuggakasti ella endurskini. 

Myllurnar fara at síggjast úr Sands bygd, frá Gróthúsvatni, frá vegnum til Søltuvíkar og frá lendinum har um vegir. 

Vindmyllurnar kunnu fáa neiligt árin, serliga á búfuglin í økinum, sigur metingin. 

Umhvørvisstovan hevur sett ávísar treytir til SEV og til felagið, sum vinnur útboðið, sum skulu tryggja, at árinini á náttúru og umhvørvi vera minst møgulig, og fylgt verður við gongdini hjá fugli í økinum

Avgerðin hjá Umhvørvisstovuni kann kærast til landsstýriskvinnuna í umhvørvismálum í seinasta lagi 9. august.

Kærurætt hava tey, sum avgerðin hevur ein serstakan, beinleiðis og persónliga týdning fyri. 
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 26. september
Jambalaja - 260926
213836
Leygardag 26. september
Upp á tá - 250926
213832
Fríggjadag 25. september
Vikuskiftið 25 sept 2026
213811
Fríggjadag 25. september
LEITISSTEIN 25.09.2026 (Benjamin Djurhuus)
213801
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 25. september
Veðrið
213809
Fríggjadag 25. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213786
Hósdag 24. september
Veðrið
213751
Mikudag 23. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213666
Týsdag 22. september
Veðrið
213650