Eingin niðurstøða enn um gamalt endurgjaldskrav

Eingin niðurstøða enn um gamalt endurgjaldskrav
Eitt endurgjaldskrav, sum Fiskimálaráðið fekk frá partafelagnum Northwest Pelagic fyri hálvum fjórða ári síðani, er ikki avgreitt enn
Atlantsfarið misti veiðiloyvið, men reiðaríið fekk loyvið aftur í Føroya rætti..
 
17.07.2024 - 05:56

Eitt endurgjaldskrav, sum Fiskimálaráðið fekk frá partafelagnum Northwest Pelagic fyri hálvum fjórða ári síðani, er ikki avgreitt enn.

Kravið er góðar 80 mió. kr. 

Endalig niðurstøða er ikki gjørd, stendur í landsroknskapinum fyri 2023, sum júst er komin.

Partafelagið misti veiðiloyvið í desember í 2016, tí Fiskimálaráðið segði, at útlendski eigaraskapurin í skipi felagsins, Atlantsfarinum, var ov stórur.

Málið endaði í rættinum, sum gav Northwest Pelagic viðhald. Felagið fekk tí veiðiloyvið aftur í mars í 2020.

Men felagið kravdi endurgjald fyri mistan fiskiskap ta tíðina, felagið ikki hevði veiðiloyvi.  

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 6. november
RagnarRokk: Fernando Ribeiro um Far From God
215799
Hósdag 5. november
RagnarRokk 5.november 2026
215048
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 6. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
216011
Hósdag 5. november
Veðrið
215981
Hósdag 5. november
Talvið um Tinganes (1:2)
215911
Mikudag 4. november
Hondbóltur: Føroyar - Kosovo
215928
Mikudag 4. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
215890