Jarðhitaboringar sleppa ikki longur at dálka so illa

Jarðhitaboringar sleppa ikki longur at dálka so illa
Broytingar skulu gerast í lógini um hitapumpur við tí endamáli at verja umhvørvið og jarðfrøðina
Størri krøv koma í heyst um jarðhitaboringar.
 
24.07.2024 - 06:23

Broytingar skulu gerast í lógini um hitapumpur við tí endamáli at verja umhvørvið og jarðfrøðina.

Jarðfeingi skal nú máta og skráseta jarðhitahol.

Kommunufelagið hevur gjørt vart við, at avbjóðingar eru við jarðhitaboringum.

Kommunurnar vilja tryggja, at dálking frá boridusti skal fyribyrgjast.

Nakrar kommunur eru givnar at geva loyvi til jarðhitaboringar, tí tær dálka so illa, var sagt tá, í fjør summar.
 
Krøvini til jarðhitaboringar eru ikki eftirmett, síðani tey komu 2012.

Á sumri í 2023 var ein arbeiðsbólkur settur at eftirmeta krøvini til jarðhitaboringar og gera tilmæli um møguligar tillagingar.

Uppskotini um tillagingar eru í høvuðsheitum at geva kommunum betri heimildir til at umsita umsóknir um boriloyvi og at hava eftirlit við jarðhitaboringum. 

Góðar royndir

Royndirnar við jarðhita hava verið sera góðar, sigur Umhvørvismálaráðið. 

Í fjør summar var mett, at tær hava gjørt, at 8.000 tons minni olja eru innflutt um árið. 

Fyrstu jarðhitaskipanirnar komu í 2008. 

Lógarbroytingarnar eru sendar til hoyringar.

Eitt uppskot um kunngerð, sum ásetir treytir til jarðhitaboringar, krøv um skrásetingar og gjald, er eisini sent til hoyringar.

Hoyringargfreistin er til á middegi 28. august.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 4. august
Ung lesa 5.partur - Hungursleikirnir
210832
Týsdag 4. august
Morgunlestur týsdagur
211543
Mánadag 3. august
Poppverturin 10
208464
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 5. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211581
Týsdag 4. august
Veðrið
211558
Fríggjadag 31. juli
Veðrið
211454
Mikudag 29. juli
Reyðar baklyktir á vegnum
16327