Einki ummæli frá politinum

Einki ummæli frá politinum
Lógaruppskotið um burðardygga ferðavinnu, lógin um gongd í haga, sum hon eisini verður kallað, var ikki sent politinum til ummælis
Ferðafólk og seyður í haga á Trøllanesi (tilvildarlig mynd).
 
30.07.2024 - 05:15

Lógaruppskotið um burðardygga ferðavinnu, lógin um gongd í haga, sum hon eisini verður kallað, var ikki sent politinum til ummælis.

Uppskotið var sent til umælis hjá 11 fyritøkum og feløgum.

Tað var eisini sent stjórnarráðunum.

Lógaruppskotið var eisini alment til ummælis á heimasíðuni hjá Uttanríkis-og vinnumálaráðnum frá 25. januar til 23. februar í ár.

Uttanríkis- og vinnumálaráðið fekk 95 hoyringarskriv.

Einki teirra var frá politinum. 

Politiið er annars nevnt nakrar ferðir í lógini.

Nýggja lógin um burðadygga ferðavinnu er ógreið, og tí kunnu vit einki gera.

Tað vóru boðini, sum Johannus Kallsgarð, bóndi á Trøllanesi, fekk frá vakthavandi, tá hann ringdi til løgregluna mánadagin 22. juli. 

Bóndin hevði, sum lógin sigur, stongt hagan, tí hann skuldi á fjall.

Útlendsk ferðafólk

Men um middagsleitið komu 14 útlendsk ferðafólk.

Bóndin ringdi til politiið, tí ferðafólkini vildu ikki fara, tá hann bað tey fara.

Men svarið, hann fekk haðani, var, at tað fekk einki gjørt, tí lógin er ógreið.

Sambært lógini kann bóndi steingja hagan, um hann til dømis skal á fjall.

Lógin sigur eisini, at ein kunngerð skal lýsast um, hvussu hetta skal almannakunngerast.

Tann kunngerðin er ikki komin enn.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 25. juli
Radio Stjernekilde - Partur 10
209140
Fríggjadag 24. juli
Vikuskiftið 24. juli 2026
211275
Fríggjadag 24. juli
Praktikanturin #21: Tilda West
211268
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 24. juli
Veðrið
211272
Týsdag 21. juli
Veðrið
211182
Leygardag 18. juli
Sundalagsstevna 2026: 5mf dreingir 17-18
211100
Leygardag 18. juli
Sundalagsstevna 2026: 6mf masters kvinnur
211099
Leygardag 18. juli
Sundalagsstevna 2026: 10mf
211098