Avgerð um fongslið nú í summar

Avgerð um fongslið nú í summar
Tíggju kommunur bjóðaðu seg fram at hýsa fongslinum
Fongslið skal koma í staðin fyri varðhaldið í Mjørkadali.
 
30.07.2024 - 09:33

Væntandi verður gjørt av nú í summar, hvar fongslið, sum skal byggjast í Føroyum, skal vera.

Kommunur hava víst á sjey støð, har byggjast kann.

Kriminalforsorgin hevur gjørt fakliga meting um støðini.

Tíggju kommunur bjóðaðu seg fram at hýsa fongslinum.

Tær eru Tvøroyrar kommuna, Eiðis kommuna, Kvívíkar kommuna, Tórshavnar kommuna, Sunda kommuna, Fuglafjarðar kommuna, Vága kommuna, Sørvágs kommuna, Nes kommuna og Eysturkommuna. 

Fongslið skal vera liðugt í 2029.

Í staðin fyri varðhald

Tað skal koma í staðin fyri varðhaldið í Mjørkadali. 

Í varðhaldinum eru fólk, sum hava fingið minni enn 18 mánaða fongsul. 

Hini skulu til Danmarkar at sita. Hetta er meginreglan.

Ætlanin er, at allir føroyingar skulu kunna sita sín dóm í Føroyum, tá fongslið er liðugt. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 16. september
Tí tú ert kvinna - longri samrøða
213205
Mánadag 14. september
Poppverturin 16
208470
Mánadag 14. september
Norðurljóð 14.september 2026
213174
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 15. september
Veðrið
213303
Týsdag 15. september
40 ár síðani fólkaatkvøðuna
213167
Mánadag 14. september
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
213232
Mánadag 14. september
Veðrið
213221
Sunnudag 13. september
Andaktin við Christiani Gabrielsen
213166