Í fyrsta lagi næsta vár at arbeiðsvikan verður stytt

Í fyrsta lagi næsta vár at arbeiðsvikan verður stytt
Tað verður í fyrsta lagi næsta vár, at landsstýrið kemur við uppskoti um at stytta arbeiðsvikuna
Fakfeløgini hava fingið gjørda eina frágreiðing um 37 tíma arbeiðsviku.
 
30.07.2024 - 10:25

Tað verður í fyrsta lagi næsta vár, at landsstýrið kemur við uppskoti um at stytta arbeiðsvikuna.

Arbeiðsvikan skal styttast við lóg.

Hon skal vera 37 tímar.

Arbeitt hevur verið við at finna semju um leist í trípartasamráðingum við partarnar á arbeiðsmarknaðinum.

Privatu arbeiðsgevarnir vilja tó ikki vera við longur í hesum samráðingunum, eftir lønarhækkingina hjá arbeiðarafeløgunum í summar.  

Tað er ikki rætt at sleppa ætlanini um at stytta arbeiðsvikuna, segði  Aksel V. Johannesen, løgmaður, tá.

Arbeiðsvikan skal styttast ein tíma annaðhvørt ár, til hon er komin niður á 37 tímar.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Fríggjadag 2. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214162
Fríggjadag 2. oktober
Veðrið
214189
Hósdag 1. oktober
Veðrið
214115
Hósdag 1. oktober
Virðislønir M. A. Jacobsens 2026
214129