Savna undirskriftir móti myllum

Savna undirskriftir móti myllum
Sandingar eru farnir at savna undirskriftir ímóti vindmyllulundini í Klivaløkshaga og atkomuvegi stutt vestanfyri Sandsbygd
Sandingar vilja ikki hava myllurnar í Klivaløkshaga.
 
30.07.2024 - 11:14

Sandingar eru farnir at savna undirskriftir ímóti vindmyllulundini í Klivaløkshaga og atkomuvegi stutt vestanfyri Sandsbygd. 

Hetta økið er ov týdningarmikið fyri okkum til at vit bara lata standa til, sigur Jóannes í Miðstovuni, sum er ein av fyriskiparunum.

Og í hesum døgum verður gingið hús úr húsi á Sandi at savna undirskriftir. 

Fólk aðrastaðni, sum vilja mótmæla vindmyllulundini í Klivaløkshaga og atkomuvegi stutt vestanfyri Sandsbygd, kunna undirskriva talgilt á change.org.

Jóannes í Miðstovni sigur, náttúran er alt ov góð har á staðnum til at fara undir vindmyllur.

Men atkoman er góð, tí er økið bíligt, og tað verður trumlað gjøgnum at gera vindmyllulund har.
 
- Vit eru so fá, sum eru í móti øgiliga stórum kreftum, sigur Jóannes í Miðstovuni.

Joannes_i_Midstovuni


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 24. juni
Skratsj 24. juni 2026
210120
Mikudag 24. juni
Morgunlestur mikudagur 24.juni 2026
209940
Týsdag 23. juni
Millum tøkini #11: Jóansøka
210084
Týsdag 23. juni
Morgunlestur týsdagur 23.juni 2026
209939
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 24. juni
Dagur og vika - teknmálstulkað
210107
Týsdag 23. juni
Veðrið
210087
Mánadag 22. juni
Veðrið
210033
Leygardag 20. juni
Video: 5mf kvinnur, jóansøka 2026
209980