Nú kemur skaðanevndin endiliga

Nú kemur skaðanevndin endiliga
Nú kemur skaðanevndin, sum Ráðið fyri ferðslutrygd hevur biðið um í nógv ár
Skaðanevndin skal royna at finna orsøkina til óhapp og vanlukkur á vegunum.
 
31.07.2024 - 07:21

Nú kemur skaðanevndin, sum Ráðið fyri ferðslutrygd hevur biðið um í nógv ár.

Í hvussu so er sambært løglistanum hjá landsstýrinum.

Har stendur, at farið er undir at gera lógaruppskot um skaðanevnd.

Eftir ætlan verður uppskotið latið løgtinginum í heyst.

Endamálið við einari skaðanevnd er at kanna og varpa ljós á møguligar orsøkir til ferðsluvanlukkur, og á henda hátt vera við til at forða fyri, at aðrar ferðsluvanlukkur henda, sigur landsstýrið.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 6. november
Vikuskiftið 6 nov 2026
216044
Fríggjadag 6. november
Eitt korter við jazzi 5. november 2026
216040
Fríggjadag 6. november
LEITISSTEIN 06.11.2026 (Benjamin Rajani)
216031
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 6. november
Veðrið
216045
Fríggjadag 6. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
216011
Hósdag 5. november
Veðrið
215981
Hósdag 5. november
Talvið um Tinganes (1:2)
215911
Mikudag 4. november
Hondbóltur: Føroyar - Kosovo
215928