Viktor Solmunde kom ikki víðari

Viktor Solmunde kom ikki víðari
OL-trýstið bleiv ov nógv fyri 16 ára gamla Viktor Solmunde, ið umboðaði Danmark á rullifjøl. Hann megnaði ikki at gjøgnumføra nakað av sínum trimum umførum og kom ikki víðari
OL bleiv eitt vónbrot hjá 16 ára gamla Viktor Solmunde, sum umboðaði Danmark, men hevur føroyskar røtur
Mynd: Ritzau / Scanpix  
 
07.08.2024 - 12:08

Myndirnar lugu ikki. 16 ára gamli Viktor Solmunde var sera vónbrotin og feldi eitt tár, tá tað ikki eydnaðist honum at gjøgnumføra nakað av trimum umførunum, hann hevði í innleiðandi kappingini í rullifjøl í OL. 

Harvið er OL liðugt hjá unga dananum, ið hevur føroyskt eftirnavn og føroyskar røtur. Omman eitur Lisbeth Solmunde Michelsen. Viktor Solmunde hevði tryggjað sær OL-plássið sum tann 10. besti av øllum. Hann vann eisini bronsu til HM í mars í ár.


Mynd: Ritzau / Scanpix

 

Vónirnar vóru góðar, og sjálvur hevði Viktor Solmunde eisini sett nøsina upp móti ein plássi í OL-finaluni, men soleiðs skuldi tað ikki vera.

Tá kappast verður á rullifjøl, so hevur tú trý umfør at gjøgnumføra tína renning, men tað er ikki nógv rúm fyri feilum.

Tað eru three strikes and your out, tá kappast verður á rullifjøl. Men fyri at koma fram í oddan, so mást tú eisini taka kjansir fyri at fáa stig, so tað er ein trupul javnvág at finna. 


Mynd: Ritzau / Scanpix
 

Í dag var bara ikki dagurin hjá unga Viktor Solmunde, sum enn hevur nógv góð ár í sær sum skateboardari. Ikki tí, tað sá lovandi út hjá honum, og hann hevur so avgjørt evnini. 

Hvørja ferð hann royndi seg, datt hann av rullifjølini, og tað kostar dýrt á stigatalvuni. 


Mynd: Ritzau / Scanpix


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 6. november
Vikuskiftið 6 nov 2026
216044
Fríggjadag 6. november
Eitt korter við jazzi 5. november 2026
216040
Fríggjadag 6. november
LEITISSTEIN 06.11.2026 (Benjamin Rajani)
216031
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 6. november
Veðrið
216045
Fríggjadag 6. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
216011
Hósdag 5. november
Veðrið
215981
Hósdag 5. november
Talvið um Tinganes (1:2)
215911
Mikudag 4. november
Hondbóltur: Føroyar - Kosovo
215928