- Tíðindi, mentan og ítróttur
Hava bara tøl fyri skuldsettar útlendingar - ikki føroyingar

Løgreglan hevur av sínum eintingum valt at gjøgnumganga mál, sum útlendingar eru partur av manuelt.
Tað verður nemliga ikki skrásett, hvønn etnisitet ella tjóðskap fólk hava, sum vera skuldsett ella ákærd.
Tí eru eingin tøl fyri, hvussu kriminellir føroyingar eru - bara hvussu kriminellir útlendingar í Føroyum eru.
Lutfallið tað sama
Í mai í ár bað kringvarpið um innlit í dómar, sum fólk, ið ikki eru danskir statsborgarar, hava fingið árini 2018, 2019, 2020, 2021, 2022 og 2023
Tann 10. mai kom svarið - at tað hevur løgreglan ikki, tí tað ber ikki til at trekkja upplýsingar úr elektronisku døgnrapportskipanini hjá Føroya Politi um, hvussu eitt mál er avgreitt - haraftrat skrásetur politiið ikki tjóðskap, etnisitet ella tílíkt á teimum, sum verða skuldsett og ella ákærd fyri lógarbrot, stóð millum annað í innlitinum.
Tá vit kortini kunnu síggja, hvussu nógvum málum útlendingar eru partur av, er tað tí at Føroya Politi í øðrum sambandi hevur gjørt eina manuella gjøgnum av málum, sum vanliga hava við sær útvísing. Tað eru mál, sum vanliga enda við fongsulsrevsing, td mál um harðskap, neyðtøku, innsmugling av narkotika og spirituskoyring við høgari promillu.
Hetta fyri at kanna, um talið av málum móti útlendingum er økt seinastu árini, sambært svarinum upp á innlitsumbønina.
Í yvirliti, sum Kringvarpið fekk innlit í, sæst, at talið av brotsverkum, sum fólk, sum ikki hava danskt ella føroyskt persóntal eru partur av, er støðugt vaksandi - nevniliga frá 12 í 2019 og 2020, til 14 í 2021, 21 í 2022 og 40 í 2023.
Tá Kringvarpið ikki gjørdi nakað við ta søguna tá, var tað tí, at talið av útlendingum um hetta sama mundið var vaksið luftfalsliga líka nógv, og tískil var einki grundarlag fyri at siga, at lutfallið millum tey, sum koma til landið og harðskap er broytt, eftir at Fast Track-skipanin er sett í verk.
Tað er heldur einki grundarlag fyri at siga, at útlendingar eru partur av fleiri kriminellum málum enn føroyingar, tí eingi tøl eru fyri, hvussu nógvum málum føroyingar eru partur av. Umleið eitt prosent av útlendingunum, sum koma higar, eru skuldsett ella ákærd í málum, sum kunnu føra til fonguslsrevsing sambært tølunum hjá politinum.
Hoyr samrøðu við Katrina Thorsvig Hansen:























