Hølisumstøðurnar hjá Kvinnuhúsinum batna munandi

Hølisumstøðurnar hjá Kvinnuhúsinum batna munandi
Kvinnuhúsgrunnurin hevur keypt kirkjuna á Argjum, og yvirtøkan verður 1. januar 2028
Kvinnuhúsgrunnurin yvirtekur kirkjuna á Argjum í 2028.
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
16.12.2025 - 14:13

- Vit fáa nógv betri høli til virksemið hjá okkum, sigur Eva Bennicke, forkvinna í Kvinnuhúsgrunninum, sum hevur keypt Argja kirkju.

Yvirtøkan verður 1. januar 2028.

Kirkjan á Argjum er meira enn 500 fermetrar til støddar, liggur væl fyri, og góðir møguleikar verða at menna virksemið frameftir.

Seinastu mánaðirnar hevur nevndin í Kvinnuhúsgrunninum, í samstarvi við Argja kirkjuráð, arbeitt miðvíst við eini avtalu.

 

Kvinnuhúsið hevur hildið til í bygninginum hjá KFUM í Havn øll árini, men hølisviðurskiftini eru ikki tíðarhóskandi longur. (Mynd: Bjarni Árting Rubeksen)

 

Bygningurin er ikki klárur at taka í nýtslu, tá kirkjan flytur út, og neyðugt verður við stórari umbygging. 

Betri-samtakið hevur latið fimm milliónir krónur í stuðli til umbyggingina, og Kvinnuhúsgrunnurin fer at arbeiða víðari við at útvega fígging og søkja um stuðul til verkætlanina.

Einki verður upplýst um keypsprísin.

Hoyr innslag í útvarpstíðindunum: 

 

16122025_Kvinnuhus_og_Argja_kirkja

 

Einki ritual er fyri at 'avvíga' eina kirkju, men tá ið kirkjan verður tikin úr nýtslu, kann tað staðfestast við gudstænastu, har bispur er við, og tá verða lutir bornir út, sum súmbolisera gudstænastuliga virksemið, t,d, doypifuntur, altarsilvur, altartalva, orgul, prædikustólur og kirkjuklokkan - lutir, sum vóru bornir inn í kirkjuna, tá ið hon í síni tíð var vígd. 

Til ber eisini at tinglýsa serliga krøv í sambandi við søluna fyri, hvat húsið kann brúkast til, sigur Jákup Reinert Hansen, lektari í kirkjusøgu.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 14. august
Vikuskiftið 14 aug 2026
211862
Fríggjadag 14. august
Vit nerta við pedofili-OCD
211837
Fríggjadag 14. august
Vit nerta við rasismu í Føroyum
211836
Fríggjadag 14. august
RagnarRokk: Tom Hoppelshäuser um Phosphor
209149
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 15. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211870
Fríggjadag 14. august
Veðrið
211847
Týsdag 11. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211761
Týsdag 11. august
Veðrið
211744