Hummarabátar kunnu halda fram at fiska

Hummarabátar kunnu halda fram at fiska
Higartil eru bara fiskað 37 tons av felagskvotuni upp á 54 tons, og tí er hámarkið tikið av
Hummarabátar kunnu halda fram at fiska, tað sum er eftir av árinum.
 
17.12.2025 - 10:50

Hummarabátar, sum royna sunnan fyri Streymin, á Kollafirði, Tangafirði, Skálafirði og Kaldbaksfirði, kunnu halda fram at fiska, hóast teir hava fiskað upp til kvotuhámarkið.

Tað boðar Tilfeingis- og vinnumálaráðið frá.

Hummarabátar hava felagskvotu við hámarki fyri hvønn bátin.

Tølini vísa, at higartil eru fiskað góð 37 tons av felagskvotuni, sum er 54 tons. 

Og nú fiskiárið fer at halla, verður ikki mett, at øll felagskvotan verður fiskað.

Tí hevur Eirikur í Jákupsstovu, landsstýrismaður, gjørt av at taka hámarkið av, og bátar kunnu tí halda fram við fiskiskapinum, tað sum er eftir av árinum. 

Broytingin kom í gildi í ár. 

 

 

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 9. oktober
Vikuskitið 9 okt 2026
214575
Fríggjadag 9. oktober
LEITISSTEIN 09.10.2026 (Janus Rasmussen)
214567
Fríggjadag 9. oktober
Beinleiðis úr Studio 5 - Eivør
214535
Fríggjadag 9. oktober
RagnarRokk: Andreas Clark um One Of Us
214014
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 9. oktober
Veðrið
214576
Fríggjadag 9. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214531
Hósdag 8. oktober
Veðrið
214507
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040