Breddin: Suðuroyartunnilin aftur í tinginum

Breddin: Suðuroyartunnilin aftur í tinginum
Eftir 1. viðgerð í gjár skal fíggjarnevndin venda og snara kostnaði, farleið og fíggingarleisti
Nýggja uppskotið um Suðuroyartunnil er farið í fíggjarnevndina til viðgerðar.
 
16.12.2025 - 09:25

Ársins orð 2025 er suðuroyartunnil.

Orðið bleiv kosið í morgunsendingini, Góðan morgun Føroyar, í gjár.

Og í gjár var nýggja uppskotið um Suðuroyartunnilin eisini til 1. viðgerð í Løgtinginum. Tað er farið í fíggjarnevndina, sum nú skal venda og snara bæði kostnaði, farleiðum og fíggingarleisti, áðrenn løgtingið aftur fær orðið.

Lógaruppskotið snýr seg um at fáa heimild at fyrireika, prosjektera og bjóða út arbeiðið at gera Suðuroyartunnil - eina verkætlan, sum sambært uppskotinum kann kosta upp móti fimm milliardum krónum. Men hóast nógv er broytt síðani seinasta umfar fyrr í ár,  verða spurnartekn nú sett við politisku semjuna, sum løgmaður segði seg vilja hava.

Í dag seta vit spurningin: Hvat merkir hetta fyri tunnilsverkætlanina, og hvat fer fíggjarnevndin at arbeiða við, áðrenn álit verður skrivað? 

Breddin klokkan 10.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 4. november
Dansival 04 nov 2026
215927
Mikudag 4. november
Skratsj 4. novembur 2026
215925
Mikudag 4. november
Mono - 90'ini undir lupp (1:4)
215920
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 5. november
Talvið um Tinganes (1:2)
215911
Mikudag 4. november
Hondbóltur: Føroyar - Kosovo
215928
Mikudag 4. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
215890
Mikudag 4. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
215891
Týsdag 3. november
Veðrið
215860