18 liðugt viðgjørdir sjúklingar eru framvegis á sjúkrahúsi

18 liðugt viðgjørdir sjúklingar eru framvegis á sjúkrahúsi
Liðugt viðgjørdir sjúklingar eru á sjúkrahúsunum, tí teir hava onga aðrastaðni at vera
Liðugt viðgjørdir sjúklingar eru á sjúkrahúsunum, tí teir hava onga aðrastaðni at vera. (Savnsmynd)
 
17.12.2025 - 08:23

Fyri einari viku síðani vóru 18 liðugt viðgjørdir sjúklingar á sjúkrahúsunum í Føroyum.   

18 sengur eru 11 prosent av seingjarplássunum í Sjúkrahúsverkinum.

Tað sigur Margit Stórá, landsstýriskvinna, í svari til Jóhannis Joensen, løgtingsmann.

Frá januar til 1. desember í ár hava 125 sjúklingar verið innlagdir á sjúkrahúsunum, eftir at teirra viðgerð er endað.

Tað sigur tað sama sum, at í miðal verða brúktar seks sengur hvønn dag til liðugt viðgjørdar sjúklingar.    

Hetta talið er meira enn tvífaldað síðan 2020.

 

Hevur kostað 11 milliónir

Sjúkrahúsverkið brúkar danskar prísir til at rokna út, at hetta hevur kostað góðar 11 mió. kr. í ár til 1. desember. 

Liðugt viðgjørdir sjúklingar eru á sjúkrahúsunum, tí teir hava onga aðrastaðni at vera. 

Hava fólk brúk fyri tænastu ella búplássi eftir útskriving frá sjúkrahúsi, eigur Almannaverkið at bjóða teimum, sum eru yngri enn 67, tey.

Kommunurnar eiga at bjóða fólki, sum eru 67 ár ella eldri, tænastur ella búpláss. 

 

Margit Stórá er landsstýriskvinna í almanna- og heilsumálum. 

 

Alt ov nógvir sjúklingar

Margit Stórá sigur, at alt ov nógvir liðugt viðgjørdir sjúklingar eru á sjúkrahúsunum.

Og talið verður helst størri í framtíðini, tí gomul fólk, sum hava brúk fyri heilsutænastum, verða fleiri, sigur landsstýriskvinnan. 

Fyrisitingin í Almanna- og heilsumálaráðnum er biðin um at kanna, hvørjar loysnir eru.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 1. juli
HM-tíðindi 1. juli 2026
210394
Mikudag 1. juli
Morgunlestur mikudagur.
210323
Týsdag 30. juni
Ung lesa 1.partur - Rúnaspá
210339
Týsdag 30. juni
HM-tíðindi 30. juni 2026
210331
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 1. juli
Dagur og vika - teknmálstulkað
210384
Týsdag 30. juni
Veðrið
210360