Fýra ítróttagreinar lagdar afturat Skúlaleikunum

Fýra ítróttagreinar lagdar afturat Skúlaleikunum
Ítróttagreinirnar, sum leggjast afturat í ár, eru borðtennis, tennis, bogaskjóting og hondbóltur, boðar Ítróttasamband Føroya frá í tíðindaskrivi
Mynd: Skúlaleikir á Facebook  
 
12.08.2024 - 15:50

Skúlaleikir, sum seinastu trý árini hava savnað ítróttalærarar og næmingar frá miðdeildum til “felagsskap og rørslugleði”, verður nú víðkað við fýra ítróttagreinum.

Tað boðar Ítróttasamband Føroya frá í tíðindaskrivi.

Ítróttagreinirnar, sum leggjast afturat í ár, eru borðtennis, tennis, bogaskjóting og hondbóltur.

Frammanundan eru flogbóltur, frælsur ítróttur, badminton, inniróður, kurvabóltur og rørslumegi partur av Skúlaleikunum. 

Sostatt eru 10 ítróttagreinar umboðaðar í alt.

Tá ein flokkur í miðdeild verður meldaður til Skúlaleikir, bjóðar ÍSF í samstarvi við sambondini skeið fyri lærarum og undirvísingartilfar til ítróttatíman. Hvør flokkur fær eisini bjóðað skúlavitjan og fær møguleika at luttaka á undanstevnum kring landið. Stevnurnar vera í mars og apríl næsta ár.

Tilmeldingarfreistin at melda flokkar til Skúlaleikir er 1. september. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 27. juli
Oyggjar undir trýsti – 4. sending
210596
Mánadag 27. juli
Poppverturin 9
208463
Mánadag 27. juli
RagnarRokk: J. Asgaard um Hævnen
209128
Sunnudag 26. juli
Søgan um Johnny Cash 4. partur
211306
Sunnudag 26. juli
Tónleikur í 13 øldir (4:10)
210348
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 28. juli
Upp á gólv - Ólavsøkuaftan 2026
211331
Týsdag 28. juli
Ólavsøkan verður sett 2026
211340
Fríggjadag 24. juli
Veðrið
211272
Týsdag 21. juli
Veðrið
211182