29 fólk við sálarsjúku send til Danmarkar

29 fólk við sálarsjúku send til Danmarkar
Eisini børn, sum hava likamligar sjúkur, verða send til Danmarkar. Tey vóru 762 frá 2020 til og við 2023
Ikki ber til at hava allar viðgerðir í Føroyum.
 
20.08.2024 - 06:26

Psykiatriski depilin hevur ávíst 18 fólk yvir 18 ár til kanningar ella viðgerðar uttanlands frá 2019 til og við 2024. 

Í sama tíðarskeiði hevur Barna- og ungdómspsykiatriin ávíst 11 børn og ung til kanningar ella viðgerðar uttanlands.

Tølini eru í svari frá Margit Stórá, landsstýriskvinnu, til Liljuna Weihe, løgtingskvinnu, sum spurdi, hvussu nógv fólk psykiatriin sendir av landinum.

Sjúklingar verða sendir til serviðgerðir í Danmark, tí vit ikki hava møguleika at hava slíkar serviðgerðir í Føroyum, sigur landsstýriskvinnan. 

Eisini børn, sum hava likamligar sjúkur, verða send til Danmarkar.

Tey vóru 762 frá 2020 til og við 2023.

Tá eru børnini, sum Barna- og ungdómspsykiatriin ávísti, tald við.

Sjúkrahúsverkið veit ikki, hvussu nógv sjálvboðin eru farin í eftirskúla ella á viðgerðarstovn í Danmark. 

Sjúkrahúsverkið rindaði tvær milliónir til Region Hovedstaden-Psykiatri í 2021, 1,6 míó. kr. í 2022 og í 2023 kostaðu viðgerðirnar seks mió. kr. 

Harumframt koma ferðaútreiðslur, uppihald á sjúklingahotellinum Tórshavn, og útreiðslur fyri kanningar ella viðgerðir, sum vera gjørdar aðrastaðni enn hjá Region Hovedstaden-Psykiatri, sigur Margit Stórá í svarinum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 10. august
RagnarRokk Adrian Tobar um Forever Feared
209150
Sunnudag 9. august
Tónleikur í 13 øldir (6:10)
210350
Sunnudag 9. august
Guðstænasta í Sjóvar kirkju
211691
Leygardag 8. august
Hetta heilaga evangeliið skrivar
211685
Leygardag 8. august
Radio Stjernekilde - Partur 12
209139
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 7. august
Veðrið
211659
Mikudag 5. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211581
Týsdag 4. august
Veðrið
211558