Vænta at selja studentaskúlan í Hoydølum í ár

Vænta at selja studentaskúlan í Hoydølum í ár
Ætlanin var at avgreiða søluna í fjør, men tað var av ongum. Hinvegin keypti landið Venjingarskúlan til Fróðskaparsetrið
Landið væntar at fáa 37 milliónir kr. fyri studentaskúlan í Hoydølum, og sølan skal avgreiðast í hesum árinum.
 
23.08.2024 - 08:25

Ein tann størsta minniinntøkan í fíggjarlógini fyri 2023 er Studentaskúlin í Hoydølum, sum skuldi latast Tórshavnar kommunu fyri Venjingarskúlan.

Nettojáttanin í fíggjarlógini er minus 3,7 mió. kr.

37 mió. kr. eru játtaðar í inntøkum til at selja Tórshavnar kommunu Studentaskúlan, og 40,7 mió.kr. til Tórshavnar kommunu fyri Venjingarskúlan.

Men skúlin í Hoydølum var ikki seldur í fjør. So minniinntøkan er 37 mió. kr.

Skúlin var ikki seldur, tí øll krøv um byggisamtykt, matrikulering og annað vóru ikki liðugt viðgjørd í fjør. 

 

Venjingarskúlin er keyptur til Fróðskaparsetrið, og farið er undir at umvæla hann. 

 

Væntar at avgreiða søluna í ár

Landsstýrismaðurin í barna- og útbúgvingarmálum væntar, at hetta verður avgreitt í ár, so 37 mió. kr. koma í kassan í ár.

Talan er um Studentaskúlan, lonirnar og part av fløtuni í Hoydølum.

Venjingarskúlin var keyptur í fjør til Fróðskaparsetrið.

Farið er undir at høvuðsumvæla hann. 

Størsta minniinntøkan í fjør var 79,4 mió.kr., tí partabrøv landsins í Smyril Line blivu ikki seld kortini.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 3. juli
Vikuskiftið 3. juli 2026
210491
Fríggjadag 3. juli
HM-tíðindi 3. juli 2026
210478
Fríggjadag 3. juli
Morgunlestur
210452
Hósdag 2. juli
RagnarRokk 2.juli 2026
210388
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 3. juli
Veðrið
210489
Mikudag 1. juli
Dagur og vika - teknmálstulkað
210384
Týsdag 30. juni
Veðrið
210360