Varpið keypt besta flygilið frá Steinway

Varpið keypt besta flygilið frá Steinway
- Eitt mentanarhús má hava eitt ordiligt flygil, sigur Dávur Winther, sum júst er afturkomin úr Týsklandi, har tey hava keypt eitt nýtt flygil til mentanarhúsið Varpið.
Annfinnur Heinesen, stjóri í Varpinum, Dávur Winther, mentanarleiðari, Alice Eldevig fra Juul og Sørensen í Árhus, Jóhannes Andreasen, klaverleikari, og Heri Ellingsgaard, stýrislimur í Varpinum
 
26.08.2024 - 10:24

- Hetta hevur verið ein drúgv tilgongd, sum hevur vart í eini tvey ár, har vit hava arbeitt við at keypa eitt flygil til nýggja mentanarhúsið Varpið í Klaksvík, sigur Dávur Winther, mentanarleiðari í Klaksvíkar kommunu.

- Vit hava keypt tað størsta og flottasta konsertflygilið frá Steinway - eitt sokallað D274 við innbygdari Spirio-tøkni, sigur Dávur.

Steinway Spirio er ein skipan, har tvey flygil kunnu spæla saman - skilt á tann hátt, at ein klaverleikari kann sita í Sydney og spæla á flygilið í Varpinum í Klaksvík.

- Hetta gevur fleiri møguleikar, millum annað til konsertir ella undirvísing, sigur Dávur.

 

 

Klaverleikarin Jóhannes Andreasen var við á ferðin, og hann metti, at flygilið, sum tey hava keypt, hevur ein brilliantan klang, hevur eitt flott og gott ljóð og ein góðan bass.

- Eitt ordiligt mentanarhús má og skal hava eitt ordiligt flygil, sigur Dávur og leggur afturat, at vit kunnu kanska siga, at flygilið er krúnan á verkinum í nýggja mentanarhúsinum, sigur Dávur Winther, mentanarleiðari í Klaksvíkar kommunu.

 

 

1692361

Lurta eftir samrøðuni við Dávur Winther í summarmorgni.

 


Nýggja Steinway flygilið kostar um tvær milliónir krónur og er fíggjað við grunnum og stuðlum.

 

Konsertflygilið Steinway D-274 er flaggskipið hjá Steinway & Sons

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 26. august
Nógvar ivasamar dømingar farnu dagarnar
179676
Mánadag 26. august
Morgunlestur mánadagur 26. august 2024
179477
Sunnudag 25. august
Guðstænasta í Fríðrikskirkjuni
179608
Leygardag 24. august
Morgunlestur leygardagur 24. august 2024
179332
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 23. august
Veðrið
179582
Fríggjadag 23. august
Dagur & vika - teknmálstulkað
179571
Hósdag 22. august
UEFA Conference league: KÍ - HJK Helsinki
179547
Mikudag 21. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
179455
Týsdag 20. august
Veðrið
179437