Sakførari: Aðalráðið má rinda endurgjald til uppsagda undirvísingarstjóran

Sakførari: Aðalráðið má rinda endurgjald til uppsagda undirvísingarstjóran
Endurgjaldskravið kann fara upp um eina millión krónur, sigur Gunn Ellefsen, advokatur
Málið um uppsøgnina av undirvísingarstjóranum á Glasi hevur vart í meira enn eitt ár, og tað gongur enn.
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
26.08.2024 - 13:41

Broytir Barna- og útbúgvingarmálaráðið ikki sína avgerð, má tað sjálvt taka ábyrgd fyri og rinda endurgjald til uppsagda undirvísingarstjóran á Glasi, Elsu Mariu Holm Olsen. 

Tað sigur Gunn Ellefsen, sakførari hjá Unu Joensen, rektara, í sínum hoyringarsvari til ætlanarskrivið hjá ráðnum um at standa við avgerðina at ógilda uppsøgnina. 

- Endurgjaldskravið kann fara upp um eina millión krónur, metir Gunn Ellefsen.

 

Una Joensen er rektari á Glasi. (Mynd: Bjarni Árting Rubeksen)

 

Glasir ikki partur av málinum

Glasir er ikki partur í málinum um uppsøgnina av Elsu Mariu Holm Olsen, útbúgvingarstjóra, og skal tí bara gera, sum yvirskipaði myndugleikin, Barna- og útbúgvingarmálaráðið, sigur. 

Tað skrivar Jógvan Elias Winther Poulsen, sakførari hjá Elsu Mariu Holm Olsen, millum annað í sínum síðsta hoyringarskrivi í málinum. Hann vísir til Christian Andreasen, sum gjørdi eina óhefta frágreiðing av málinum fyri Barna- og útbúgvingarmálaráðið, sum eisini segði, at Glasir ikki er beinleiðis partur í málinum.

Men tað er Glasir, sum sleppur at rinda uppsagda undirvísingarstjóranum endurgjald, um hon fær viðhald, og tað er stovnurin ikki sinnaður at gera, tí tað er Barna- og útbúgvingarmálaráðið, sum hevur gjørt ein feil.

 

Elsa Maria Holm Olsen, sum er søgd upp sum útbúgvingarstjóri á Glasi.

 

Vart í meira enn eitt ár

Uppsagnarmálið av undirvísingarstjóranum á Glasi hevur nú vart í meiri enn eitt ár, og endurgjaldskravið verður at rokna fra 1. september í 2023, sambært sakføraranum hjá Elsu Mariu Holm Olsen, stendur í hoyringarsvarinum hjá rektaranum á Glasi.

Hoyringarsvarið er gjørt í sambandi við ætlanarskrivið hjá Barna- og útbúgvingarmálaráðnum um at standa við avgerðina at ógilda uppsøgnina av útbúgvingarstjóranum. 

 

Gunn Ellefsen er sakførari hjá Unu Joensen, rektara. (Mynd: Bjarni Árting Rubeksen)

 

Kravið er 741.000 kr. 

Sambært sakføraranum hjá Unu Joensen hava tey fingið upplýst, at kravið er 741.467 krónur at rokna frá september í 2023 til juli í ár - 67.406 krónur um mánaðin við eftirløn

Men málið gongur enn, og verður úbúgvingarstjórin settur aftur, kemur upphæddin upp á 1,2 milliónir sigur Gunn Ellefsen í sínum svari - hetta tí enn ein uppsagnartíð má roknast uppí, tí starvið ikki er til longur. 

Hon endar sítt hoyringarsvar við at siga, at broytir Barna- og útbúgvingarmálaráðið ikki sína avgerð um at halda fast við upprunaligu avgerðina at ógilda uppsøgnina av Elsu Mariu Holm Olsen, má ráðið taka fulla ábyrgd fyri málinum - harundir at samráðast um og rinda Elsu Mariu Holm Olsen eitt møguligt endurgjald. 

 

Jógvan Elias Winther Poulsen er sakførari hjá Elsu Mariu Holm Olsen. (Mynd: Bjarni Árting Rubeksen)

 

Aðalráðið gjørdi ein feil

Barna- og útbúgvingarmálaráðið læt gera eina óhefta kanning av málinum, og í kanningini verður staðfest, at Barna- og útbúgvingarmálaráðið hevur gjørt ein feil í viðgerðini av kæruni, sum byggir á skeiv fakta.

Orsakað av atliti at borgaranum og at Glasir ikki er beinleiðis partur í málinum, var tilmælið, at avgerðin skuldi standa við, hóast tað var staðfest, at feilir vóru í viðgerðini. 

Men tað er feilurin hjá Barna-og útbúgvingarmálaráðnum og tí ikki Glasir, men ráðið, sum má rinda endurgjald til uppsagda útbúgvingarstjóran, um tey standa við sína avgerð, heldur sakførarin hjá Unu Joensen, rektara.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 21. november
Onki føroyskt orð er fyri deyting
183806
Hósdag 21. november
Ung fara av landinum at lesa
183958
Hósdag 21. november
Morgunlestur hósdagur 21. november 2024
183774
Mikudag 20. november
Mono - Dolly Parton
183927
Mikudag 20. november
Góðan morgun Føroyar
183892
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 19. november
Veðrið
183867
Týsdag 19. november
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
183834
Mánadag 18. november
3-2 (18. november 2024)
183825
Sunnudag 17. november
Guðstænasta úr Tvøroyrar kirkju
183749