Í dag byrja samráðingar um norðhavssildina

Í dag byrja samráðingar um norðhavssildina
ICES mælir til, at sildakvotan næsta ár minkar 205.000 tons, ella 32 prosent
Herluf Sigvaldsson er leiðari í føroysku samráðingarnevndini
 
16.10.2013 - 07:59

Fyrrapartin í dag hittast samráðingarfólkini hjá strandarlondunum aftur at tosa um norðhavssildina. Føroyar eru einsamallar uppi í móti Norra, ES, Íslandi og Russlandi, sum halda fast um gamla býtið frá 2007. Tann býtislykilin gevur Føroyum knappliga 5,2 prosent av heildarkvotuni.

105.000 tons

Føroyska sildakvotan í ár, sum Jacob Vestergaard, landsstýrismaður ásetti, er tó 17 prosent, 105.000 tons, og ikki 32.000 tons, sum hini londini siga, at Føroyar eiga. Fyrst í september fingu Føroyar undirtøku fyri einum uppskoti um at seta fiskifrøðingar at gera nýtt tilmæli um grundarlagið fyri sildabýtinum í framtíðini.

Á fundinum, sum byrjar í dag, skulu londini boða frá, hvørji vísindafólk, tey vilja hava við í arbeiðsbólkin. Ísland og Russland hava ikki enn boðað greitt frá, um tey vilja vera við í hesi royndini at loysa trætuna um norðhavssildina. Arbeiðsbólkurin skal vera liðugur fyri 1.oktober næsta ár, so strandarlondini hava okkurt nýtt at byggja samráðingarnar um kvotuna fyri 2015 á.

Minkar 32 prosent

Tað lættir neyvan um samráðingarnar nú um býtið í 2014, at ICES, altjóða havrannsóknarstovnurin, mælir til, at sildakvotan minkar knappliga 205.000 tons, 32 prosent, næsta ár, so kvotan verður 420.000 tons í 2014. Tríggir dagar eru settir av til samráðingarnar um norðhavssildina, sum vera á skrivstovuni hjá NEAFC í London.

Mikudagin í næstu viku verður so farið í holt við makrelin. Har hava Føroyar og Ísland tikið sær nógv størri kvotur enn ES og Norra siga, at londini hava rætt til. Og ES-bokoyttið og landingarforboðið í Norra móti sild og makreli úr Føroyum standa við, nú farið verður undir samráðingarnar um sildina og makrelin fyri næsta ár.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 11. oktober
Bolero
214602
Sunnudag 11. oktober
Guðstænasta í Sandavágs kirkju
214601
Sunnudag 11. oktober
Filosofiskur 4.partur
214536
Leygardag 10. oktober
Jambalaja - 101026
214589
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 11. oktober
Møti úr Oasuni í Hoyvík
214615
Sunnudag 11. oktober
Andakt
214609
Leygardag 10. oktober
Sement 2026
214595
Fríggjadag 9. oktober
Veðrið
214576
Fríggjadag 9. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214531