Kampus: Eingin heildarætlan og eingin fígging

Kampus: Eingin heildarætlan og eingin fígging
Enn vantar ein heildarætlan fyri alt Seturskampusið, sum skal byggjast á Frælsinum í Havn. Heildarprísurin fer at liggja um 1,2 milliardir krónur
 
05.09.2024 - 19:26

Nú seturskampus skal gerast á Frælsinum í Havn, so er nógv arbeiði sett í gongd. Í løtuni verður lon 5 høvuðsumvæld, og tá ið tað arbeiðið er liðugt, so verður farið víðari við verkætlanini at høvuðsumvæla restina av skúlabygningunum á Frælsinum, tað vil siga gamla Venjingarskúlan og Læraraskúlan.

Hendan byggiætlanin verður í nøkrum stigum, hetta til 2029, og eru mett at kosta 144 mió. krónur.

Umframt hetta, so hevur Landsverk skrivað undir ráðgevarasáttmála við Henning Larsen North Atlantic fyri 31 milliónir krónur, um at projektera nýggja felagsbygningin hjá Setrinum, sum skal savna alt virksemið hjá Fróðskaparsetri Føroya í ein samanhangandi lestrar- og granskingarbýling, sum fevnir um økið á Frælsinum og økið á Debesartrøð.  

Enn vantar ein heildarætlan fyri allar setursbygningarnar og bygging at verða gjørd felagsbygning, sum verður grundarlagið fyri framhaldandi arbeiði, men Djóni Nolsøe Joensen, landsstýrismaður í barna- og útbúgvingarmálum, sigur at ein heildarætlan er á veg.

Mánadagin legði Búskaparráðið heystfrágreiðingina fram, og í íløguætlanunum fyri tey næstu 15 árini stendur at lesa, at Búskaparráðið metir, at eitt Seturskampus fer at kosta 1,2 milliardir krónur. 

Í løtuni verður arbeitt við at fyrireika fíggjarlógina fyri komandi ár, men landsstýrismaðurin kann ikki seta tal á, hvussu nógvar pengar skulu setast av til eitt seturskampus. 

Landsstýrismaðurin hevur góðar vónir, at Seturkampusið fer at standa liðugt bygt um fýra-fimm ár.

 

Seturskampus

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 5. september
RagnarRokk 5.september 2024
177748
Hósdag 5. september
RagnarRokk. Anette Olzon um Rapture
177746
Hósdag 5. september
RagnarRokk: Gus Drax um Manifesto
177744
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 4. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
180132
Týsdag 3. september
Veðrið
180102
Mánadag 2. september
3-2 (2. september 2024)
180033
Mánadag 2. september
Hin rusuti á Aconcagua (10:10)
177968
Fríggjadag 30. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
179948