Skiftirætturin biðin um at strika hálvthundrað feløg

Skiftirætturin biðin um at strika hálvthundrað feløg
Í gjár sendi Skrásetingin Skiftirættinum 52 feløg og bað um, at tey verða tvingsilsavtikin
Skiftirætturin er í Dómhúsinum.
 
18.09.2024 - 05:43

Í gjár sendi Skrásetingin Skiftirættinum 52 feløg og bað um, at tey verða tvingsilsavtikin.

Talan er um tvey partafeløg, 19 smápartafeløg og 31 íverksetarafeløg.

Tey verða send Skiftirættinum til tvingsilsavtøku, tí ársfrásøgn fyri 2023 er ikki komin frá teimum.

Feløg skulu lata ársfrásøgn í seinasta lagi 30. juni.

2. september var ársfrásøgn ikki komin frá 184 feløgum.

Øll feløgini og allir leiðslulimir teirra fingu áminning tíðliga í juli.

Í henni stóð, at felagið verður sent í Skiftirættin til tvingsilsavtøku, um ársfrásøgnin ikki er latin innan fýra vikur.

Í fjør sendi Skrásetingin Skiftirættinum 75 feløg.
 
231 feløg høvdu ikki sent Skrásetingini ársfrásøgn fyri 2022 tann 1. september í fjør.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 14. august
RagnarRokk: Tom Hoppelshäuser um Phosphor
209149
Hósdag 13. august
RagnarRokk 13.august 2026
209867
Hósdag 13. august
RagnarRokk: Richie Faulkner um Evolution
209866
Týsdag 11. august
Ung lesa 6.partur - Tóra
210833
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 11. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211761
Týsdag 11. august
Veðrið
211744
Fríggjadag 7. august
Veðrið
211659