Vænta eisini nógvar fosturtøkur í ár

Vænta eisini nógvar fosturtøkur í ár
Í fjør vóru 42 fosturtøkur skrásettar í Føroyum, og tað er tað mesta síðani 2009
Diana Reynstind er serlækni í kvinnusjúkum.
 
25.09.2024 - 09:40

- Vit kunnu eisini væntar nógvar fosturtøkur í ár.

Tað sigur Diana Reynstind, serlækni í kvinnusjúkum, nú talið á skrásettum fosturtøkum í fjør var tað mesta í 14 ár.

Í 2009 vóru 51 fosturtøkur skrásettar.

Diana Reynstind sigur, at tey hava fingið fleiri ávísingar um fosturtøku seinastu tvey árini.

Hoyr innslag í útvarpstíðindunum: 

 

25092024_Fosturtokur


Í Føroyum kann fosturtøka fremjast undir ávísum treytum til viku 12, har læknafrøðin kann geva fosturtøku: 


 · Um lív og heilsa hjá kvinnuni er í vanda
 · Um kvinnan er vorðin við barn við neyðtøku ella líknandi brotsgerð.
 · Um fostrið er í vanda fyri at fáa álvarslig likamlig ella sálarliga brek.
 · Um mett verður, at kvinnan ikki fer at megna at taka sær av barninum grundað á ógvusligar sálarligar ella likamligar avbjóðingar
 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 12. juli
Tónleikur í 13 øldir (2:10)
210346
Sunnudag 12. juli
Søgan um Johnny Cash 2.partur
210678
Sunnudag 12. juli
Guðstænasta úr Miðvágs kirkju
210824
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 11. juli
Vestanstevnuróðurin 2026
210817
Leygardag 11. juli
Vestanstevna 2026: 6 MANNAFAR KVINNUR
210815