Danskir ríkisborgarar sleppa til Kina uttan visum

Danskir ríkisborgarar sleppa til Kina uttan visum
Lars Løkke Rasmussen, uttanríkisráðharri, hevur havt fund við kinesiska starvsbróðurin um málið
Lars Løkke Rasmussen, uttanríkisráðharri.
 
27.09.2024 - 15:10

Í framtíðini kunnu føroyingar ferðast til Kina uttan at neyðugt verður at biðja um innferðarloyvi frammundan.

Á fundi millum danska uttanríkisráðharran, Lars Løkke Rasmussen, og kinesiska uttanríkisráðharran, Wang Yi, boðaði kinesiski ráðharrin frá, at Kina fer at seta í verk broytingar, so danskir ríkisborgarar kunnu ferðast inn í landið uttan visum. 

Tað boðar danska uttanríkisráðið frá, skrivar TV2. 

Avtalan er liður í einum størri strategiskum samstarvi millum londini, verður sagt.

Nær visumfría ferðin verður sett í gildi, og hvussu nógvar vikur talan er um, at til ber at vera í landinum uttan visum, er ikki greitt enn. 

Herfyri gjørdu Kina og Noreg líkandi avtalu.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 27. oktober
Veðrið
215479
Mánadag 26. oktober
Veðrið
215405
Sunnudag 25. oktober
Bygdarlív 2 - Porkeri
215341
Sunnudag 25. oktober
Andakt
215339
Sunnudag 25. oktober
Guðstænasta í Havnar kirkju
215334