Ódnin Helena hevur kravt 116 mannalív

Ódnin Helena hevur kravt 116 mannalív
Ódnin rakti seks statir í landsynningspartinum í USA, og fleiri búøki eru løgd í oyði
Umframt at krevja mong mannalív, hevur ódnin Helena gjørt stóran skaða.
Mynd: Reuters/Ritzau Scanpix  
 
30.09.2024 - 15:30

Stóra ódnin Helena, sum hevur herjað í USA, hevur kravt 116 mannalív. 

Tað veit bretska kringvarpið at siga.

Ódnin rakti seks statir í landsynningspartinum í USA. Fleiri búøki eru løgd í oyði.

Í fjallalendinum  har vesturi í statinum North Carolina eru hús og brýr skolað burtur, bygdir eru lagdar í oyði,  og ferðafólkabýurin Asheville hevur mist alt samband við umheimin.

Arbeiðið hjá bjargingarliðum er rættiliga torført í fleiri støðum, tí so nógvir vegir eru oyðilagdir. 

Talið á deyðum fer væntandi at vaksa.


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 30. september
Mono - Gissur Patursson - 300926
214057
Mikudag 30. september
Eitt korter við klassiskum tónleiki
214040
Mikudag 30. september
Orðaval #38: Málsøga
214020
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Mikudag 30. september
Gylta gullið (4:5)
25026
Mikudag 30. september
Myndlist í Føroyum (1:11) - teknmálstulkað
214037