Kinnhvítur ljómari fyrstu ferð skrásettur í Føroyum

Kinnhvítur ljómari fyrstu ferð skrásettur í Føroyum
Fugladedektivarnir Olofson og Olsen eru úti aftur og leita eftir forkunnigum fuglum, nú heystið er komið. Longu í fyrstu sending var fuglabingo
Silas Olofson
Kinnhvíti ljómarin
03.10.2024 - 20:00

Undir upptøkunum til annað umfar av væl umtóktu fuglasendingini "Sært tú fuglin?", gjørdu Silas Olofson og Tróndur Olsen kvettið. 

Í einum urtagarði á Viðareiði, sóu teir ein lítla fugl við blágráum baki hvørva inn millum runnarnar.

Hin fuglakøni Silas Olofson var beinavegin klárur við linsuni. 

"Wauw," segði hann, meðan andrenalinið kókaði í kroppinum á honum. 

"Hatta er ein kinnhvítur ljómari, og hann er ongantíð skrásettur í Føroyum áður," leggur Silas spentur afturat. 

Spennandi brotið er úr fyrstu sendingini í øðrum umfari av "Sært tú fuglin?", sum varð sent í sjónvarpinum í kvøld og sæst á KVF Sjón.  

 

Hvat: Sært tú fuglin? II
Hvar: Í sjónvarpinum og á KVF Sjón
Nær: Hóskvøld eftir Dag og viku, og tá tað ber til hjá tær á KVF Sjón

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 26. mai
Morgunlestur týsdagur 26.mai 2026
208229
Mánadag 25. mai
Eitt undur at vit kláraðu tað
208777
Mánadag 25. mai
Uttanduraguðstænasta av ovara vølli.
208771
Mánadag 25. mai
Morgunlestur mánadagur 25.mai 2026
208228
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 26. mai
Veðrið
208816
Mánadag 25. mai
Andaktin 2. Hvítusunnudag
208776
Mánadag 25. mai
Uttanduraguðstænasta í Gundadali
208770