Italia letur móttøkudepil upp í Albania

Italia letur móttøkudepil upp í Albania
Italia hevur latið tveir móttøkudeplar fyri migrantar upp í Albania
 
12.10.2024 - 09:06

Italia megnar ikki at taka ímóti øllum teimum migrantum, sum koma til landið og hevur tí gjørt avtalu við Albania, eitt land, sum ikki er í ES, um at hjálpa sær við at taka ímóti migrantu Tað skrivar miðilin, Politico.

Avtalan landanna millum inniber, at Italia kann senda upp til 36.000 menn, sum koma til móttøkudeplar í Italia, úr landinum aftur og til Albania.

Hetta hevur fingið altjóða mótstøðu og í Italia hava felagsskapir fyri menniskjarættindum mótmælt.

Sambært italsku stjórnini, skal avtalan við Albania lætta um trýstið á móttøkudeplunum í Italia og fáa migrantar við at haldast aftur, við at leita sær til landið.

Flestu migrantar og flóttafólk, sum fara yvir um Miðjarahavið við vón um eina betri framtíð, koma oftast fyrst til Italia ella Grikkaland.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 28. mai
Eitt korter við jazzi
208926
Hósdag 28. mai
Morgunlestur hósdagur 28.mai 2026
208232
Mikudag 27. mai
Skratsj 27. maj 2026
208865
Mikudag 27. mai
Eitt korter við klassiskum
208859
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 27. mai
Lokkin 1:2
109457
Mikudag 27. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
208852
Týsdag 26. mai
Veðrið
208816