TB fær sekt fyri útskifting

TB fær sekt fyri útskifting
TB missir ikki sigurin og skal heldur ikki spæla dystin umaftur
Heimavøllurin hjá TB, við Stórá.
Mynd: TB  
 
15.10.2024 - 06:28


TB missir ikki sigurin og skal heldur ikki spæla dystin umaftur.

Men felagið fær eina sekt, sum er 5.000 kr.

Aðalskrivstovan hjá Fótbóltssambandinum hevur gjørt úrskurð í málinum um eina óregluliga útskifting í dystinum millum TB og B71 í 1.deild hjá monnum 5. oktober. 

TB gjørdi eina útskifting í 96.minutti. 

Leikarin, sum var skiftur inn, var lógligur, men TB hevði longu brúkt sínar tríggjar loyvdu steðgir til útskiftingar. 

Fyrsta av sínum slagi

B71 kærdi, og TB er hoyrt.

Síðani hevur aðalskrivstovan hjá FSF saman við kappingarnevndini viðgjørt dómarafrágreiðingina, kæruna frá B71 og hoyringarskrivið frá TB.

Hetta er fyrsta mál av hesum slagi í føroyskum fótbólti.

Men trý dømi eru í Noregi, Svøríki og Íslandi, sum líkjast hesum málinum.

Í teimum málunum hevur úrskurðurin verið, at úrslitið í dystinum stendur við.

TB vann dystin 2-1.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 13. november
Vikuskiftið 13 nov 2026
216396
Fríggjadag 13. november
LEITISSTEIN 13.11.2026 (Anna Katrin Egilstrøð)
216384
Fríggjadag 13. november
Tekstur til tónleik: Vald
216134
Fríggjadag 13. november
Breddin: Miðlastuðul og vitlíki í bókmentum
216363
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 15. november
Eitt dýpi av dýrari tíð 2:2
216214
Leygardag 14. november
Eitt dýpi av dýrari tíð (1:2)
216213
Fríggjadag 13. november
Veðrið
216392
Fríggjadag 13. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
216364
Hósdag 12. november
Veðrið
216328