Spæla seinasta dystin í EM-undankappingini í dag

Spæla seinasta dystin í EM-undankappingini í dag
Skulu vit fáa stig, skal grundleggjandi fótbóltsspælið gerast rætt, sigur Eyðun Klakstein, høvuðsvenjari hjá U21-landsliðnum
Eyðun Klakstein er høvuðsvenjari hjá U21-landsliðnum
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
15.10.2024 - 15:37

Føroyska U21-landsliðið í fótbólti spælir í dag móti Hvítarusslandi í seinasta dystinum í hesari EM-undankappingini.

Dysturin verður klokkan fimm á Tórsvølli.

- Skulu vit fáa stig, skal grundleggjandi fótbóltsspælið gerast rætt, sigur Eyðun Klakstein, høvuðsvenjari.

Føroyar liggja á fjórða plássi við sjey stigum, eitt stig framman fyri Hvítarussland, sum er á fimta plássi:

 

15102024_Eydun1

 

Dysturin móti Hvítarusslandi er tann seinasti hjá meginpartinum av U21-hópinum.

Eyðun Klakstein væntar, at fleiri av spælarunum skjótt gerast aktuellir hjá A-landsliðnum:

 

15102024_Eydun_2

 

Undan seinasta dystinum, liggur Portugal á odda í bólkinum við 24 stigum, Kroatia er næstfremst við 19, Grikkaland á triðja plássi við 17, Føroyar á fjórða plássi við sjey stigum, Hvítarussland á fimta plássi við seks, og niðast er Andorra við trimum stigum.

 

Liðið er sett

Eyðun Klakstein hevur sett liðið til dystin ímóti Hvítarusslandi, skrivar fsf.fo.

Ari í Haraldsstovu Petersen verður í mál. Verjuna manna Ási Dam, Gullbrandur Øregaard, Børge Petersen, Elias Rusborg og Martin Agnarsson. Á miðvøllinum frá byrjan verða Áki Samuelsen, Emil Weihe Joensen, Noah Mneney, ið eisini er liðskipari, og Olaf Bárðarson, og fremsti maður verður Jørgen Nielsen.

Á bonkinum sita Jóanes Davidsen, Jákup Vilhelmsen, Bergur Poulsen, Aron Jarnskor Ellingsgaard, Ejvind Restorff Mouritsen, Jens Erik Bruhn, Beinir Nolsøe, Leivur Fossdal Guttesen og Gutti Dahl-Olsen.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 16. oktober
Beinleiðis úr Studio 5 - Flákra
214897
Fríggjadag 16. oktober
RagnarRokk: Robert Richter um Cold Velvet
214017
Hósdag 15. oktober
RagnarRokk 15.oktober 2026
214008
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 15. oktober
Leivur vil liva
214858
Hósdag 15. oktober
Veðrið
214846
Týsdag 13. oktober
Úr savninum: Havið ímillum (2:2)
110938
Týsdag 13. oktober
Veðrið
214715
Mánadag 12. oktober
Veðrið
214655