Døgurðarnir kunnu gerast heilsubetri

Døgurðarnir kunnu gerast heilsubetri
- Við smáum tillagingum kunnu gerandisrættirnir blíva meira spennandi og enntá heilsubetri, sigur Elsa Sandberg Nielsen, føðslufrøðingur.
 
16.10.2024 - 10:55

Hugsa um at býta tallerkin upp í eitt Y. So ert tú longu væl á veg at eta fjølbroytt.

So einfalt kann tað gerast, tá tú roynir at eta fjølbroytt og heilsugott, sambært Elsa Sandberg Nielsen.

Hon er føðslufrøðingur og eigur og rekur fyritøkuna, Matbitin.

Sambært Elsu Sandberg Nielsen eta føroyingar sum heild hampiliga heilsugóðan mat, men skundmiklir gerandisdagar eru ofta við til, at vit ikki eta nóg fjølbroytt. Og ei heldur nóg mikið av grønmeti.

- Vanligt pasta kann víkja fyri fullkornspasta og eisini ber til at ríva ella blenda ymiskt grønmeti í eitt nú kjøtsós. Og hugsa um at eta eftir ælabogans litum, so fært tú allar tær vitaminir og mineralir, sum tær tørvar, sigur Elsa Sandberg Nielsen.

Í morgunsendingini gevur hon góð ráð um gera vanligar døgurðarættir upp á aðrar mátar, og hvusu rættirnir kunnu blíva heilsubetri við smáum tillagingum.

1702592

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 12. september
23. Jambalaja - 120926
213152
Leygardag 12. september
Upp á tá - 110926
213150
Leygardag 12. september
Morgunlestur leygardagur 12. september
212707
Fríggjadag 11. september
Vikuskiftið 11 sept 2026
213138
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 11. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213145
Fríggjadag 11. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213091
Fríggjadag 11. september
Veðrið
213136
Hósdag 10. september
Veðrið
213065