Heimild til tænastugjald á tóm hús kemur til várs

bannari
Heimild til tænastugjald á tóm hús kemur til várs
Lógaruppskotið um at geva kommunum heimild at taka tænastugjald fyri tóm hús kemur væntandi í tingið fyrst í 2025
Oyndarfjørður er ein av mongum bygdum, har nógv hús standa tóm
Mynd: Savnsmynd  
 
18.10.2024 - 13:29

Kommunurnar vilja fegnar fáa heimild til at kunna leggja tænastugjald á summarhús og tóm hús í kommununi. Tann heimildin er á veg.

Ætlanin var at fáa lógaruppskotið, sum skal geva kommununum hesa heimildina, í Løgtingið í heyst, men tað verður ikki fyrr enn næsta ár.

Bjarni Kárason Petersen, landsstýrismaður í lógarmálum, sigur í stuttari viðmerking, at ætlanin er at fáa uppskotið til ummælis í heyst, og so verður tað væntandi lagt fram fyrst í 2025.

Sambært kommunukanningini hjá Kringvarpinum og Lóðri er stórur meiriluti millum fólk fyri at geva kommununum heimild at leggja tænastugjøld á summarhús og hús, sum standa tóm. Tveir av trimum føroyingum, ella 67 prosent, taka undir við ætlanini.

Lesið meira um tað her

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 6. november
Vikuskiftið 6 nov 2026
216044
Fríggjadag 6. november
Eitt korter við jazzi 5. november 2026
216040
Fríggjadag 6. november
LEITISSTEIN 06.11.2026 (Benjamin Rajani)
216031
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 6. november
Veðrið
216045
Fríggjadag 6. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
216011
Hósdag 5. november
Veðrið
215981
Hósdag 5. november
Talvið um Tinganes (1:2)
215911
Mikudag 4. november
Hondbóltur: Føroyar - Kosovo
215928