Landsstýrismálanevndin tikið fundin uppaftur

Landsstýrismálanevndin tikið fundin uppaftur
Miðað verður framvegis eftir, at nevndin skal verða liðug at viðgera málið um Ingilín D. Strøm, landsstýriskvinnu, í dag ella í kvøld.
Fundurin í landsstýrismálanevndini er tikin uppaftur.
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
22.10.2024 - 16:20

Fundurin í landsstýrismálanevndini um kæruna um Ingilín D. Strøm, landsstýriskvinnu, er tikin uppaftur, og nú sita allir tríggir nevndarlimirnir á fundi.

Tá landsstýrismálanevndin fór á fund í morgun, segði Bárður á Steig Nielsen, sum boðar Sambandsflokkin í nevndini, at hann helt fast við fyribilsniðurstøðuna, sum ein samd nevnd gjørdi í málinum fyri nøkrum vikum síðani.

Hini bæði í nevndini, Hans Jacob Thomsen í Javnaðarflokkinum, sum er formaður, og Hanna Jensen úr Framsókn, hildu kortini fram at viðgera málið.

 

Hans Jacob Thomsen. (Mynd: Bjarni Árting Rubeksen)

 

Fundurin var niðurlagdur um 11-tíðina, tá tingfundur var settur, men fyri løtu síðani var hann tikin uppaftur.

Hans Jacob Thomsen sigur við Kringvarpið, at miðað verður framvegis eftir, at landsstýrismálanevndin skal vera liðug at viðgera málið í dag ella í kvøld.

Men tað er ikki vist, at niðurstøðan verður kunngjørd í dag.

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 18. august
Ja ella nei til ES?
211969
Týsdag 18. august
Ung lesa 7.partur - Kroppur og Sálarlív
210836
Mánadag 17. august
Poppverturin 12
208466
Mánadag 17. august
Fótbóltsprát: Troyttir KÍ'arar
211911
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 19. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212006
Týsdag 18. august
Veðrið
211985
Týsdag 18. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211970
Mánadag 17. august
Veðrið
211923
Leygardag 15. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211870