Í tekstunum hjá Beini opnast ein verð, sum er bæði kritisk og intim

Í tekstunum hjá Beini opnast ein verð, sum er bæði kritisk og intim
VIDEOKVØÐA: Lív Róadóttir Jæger, námslektari í ritlist, ber fram kvøðu til Beinir Bergsson, yrkjara, sum hevur fingið handað Mentanarvirðisløn landsins til ungt listafólk
Bárður Thomsen
Beinir Bergsson, yrkjari
23.10.2024 - 19:15

"Tað, at Beinir (Bergsson, red.) fær Mentanarvirðisløn til ungt listafólk, hevur týdning," staðfestir Lív Maria Róadóttir Jæger, námslektari í ritlist, í kvøðu til Beinir Bergsson. 

"Hetta er ein týdningarmikil virðisløn, sum fortelur okkum nakað um samfelagið, vit liva í, at vit ynskja at stuðla og viðurkenna ung menniskju og teirra listaliga virksemi."

Tekstirnir hjá Beini eiga í sær ein eymleika fyri kroppi og relatión, og hesin eymleiki er nakað, vit veruliga hava brúk fyri í einari verð, sum allatíð tykist meira og meira farlig og harðlig, leggur Lív Maria Róadóttir Jæger afturat. 

"Hetta er ein týdningarmikil virðisløn, sum fortelur okkum nakað um samfelagið, vit liva í, at vit ynskja at stuðla og viðurkenna ung menniskju og teirra listaliga virksemi."

Lív Maria Róadóttir Jæger, námslektari í ritlist

 

Lív Maria Róadóttir Jæger vísir á, at í tekstunum hjá Beini eru bibbur, sum smakka av sukri, eitt oyra móti einari madrass, ein trøllakambur, ein svartaklukka, æðrar, sum spíra á fingrasísnippum, ein mussur á bróstrúmið, og skegg, sum kitlar har sum mussurin rakti.

"Tekstirnir hjá Beini suma inn á hesar næru hendingar og lata okkum búgva í teimum eina løtu í friði."


Lív Maria Róadóttir Jæger, námslektari í ritlist (Mynd: Bárður Thomsen)
 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 20. oktober
Vitan
215009
Mánadag 19. oktober
Norðurljóð 19.oktober 2026
214430
Mánadag 19. oktober
RagnarRokk: Brian Tichy um Led By Vultures
214018
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 20. oktober
Veðrið
215101
Týsdag 20. oktober
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
215053
Mánadag 19. oktober
Veðrið
215028
Mánadag 19. oktober
Leivur vil liva - teknmálstulkað
215025