Danmark sett nýggjan landsliðsvenjara

Danmark sett nýggjan landsliðsvenjara
Brian Riemer er settur sum venjari hjá danska fótbóltslandsliðnum við monnum. Fyrrverandi venjarin hjá Anderlecht var kunngjørdur fyrrapartin
- Vit skulu tora at droyma stórt, segði nýggi danski landsliðsvenjarin, Brian Riemer, á tíðindafundi fyrrapartin
Mynd: Mads Claus Rasmussen/Ritzau Scanpix  
 
24.10.2024 - 11:17

Brian Riemer er settur sum venjari hjá danska fótbóltslandsliðnum. 

46 ára gamli danin var hjálparvenjari hjá Ståle Solbakken í FCK og hjá Thomas Frank í Brentford.

Í 2022 var hann settur sum høvuðsvenjari hjá belgiska stórfelagnum, Anderlecht, har hann vandi millum annað Kasper Schmeichel, Thomas Delaney og Kasper Dolberg.

Besta úrslitið í Belgia var eitt 3. pláss, áðrenn uppsøgnin kom í september í ár.

 - Eg havi fylgt danska landsliðnum væl seinastu árini. Eitt lið við nógvum dugnaligum spælarum. Vit skulu tora at droyma stórt, segði Brian Riemer á tíðindafundi fyrrapartin, skrivar dr.dk.

Fyrstu dystirnir hjá nýggja venjaranum vera í Nations League ímóti Spania og Serbia í november.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 30. mai
Upp á tá - 290526
209012
Leygardag 30. mai
Morgunlestur leygardagur 30.mai 2026
208234
Fríggjadag 29. mai
Vikuskiftið 29 mei 2026
209003
Fríggjadag 29. mai
LEITISSTEIN 29.05.2026 (G! 2026)
208996
Fríggjadag 29. mai
Radio Stjernekilde - Partur 2
208991
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 29. mai
Veðrið
209009
Fríggjadag 29. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
208968
Hósdag 28. mai
Veðrið
208945