- Tíðindi, mentan og ítróttur
Beinir á grønari kós móti popptindunum
Beinir á grønari kós móti popptindunum
"Greener" eitur fyrsta vaksnamannaplátan hjá Beinir Troest Rasmusen, ið nógv kenna sum barnastjørna. "Eg havi altíð elskað at skrivað løg, framført og undirhildið," sigur hann
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen
25.10.2024 - 15:50
Í dag hevur Beinir Troest Rasmussen givið sína fyrstu vaksnamannaplátu út, "Greener".
Fyrrverandi barnastjørnan úr Saltangará á eystara armi á Skálafjørðinum var gestur í Leitisstein týskvøldið, har hann greiddi frá um nýggju plátu.
"Eg havi verið í holt við hesa útgávuna rættiliga leingið, so tað er deiligt at fáa løgini út. Eg havi eisini spælt løgini rættiliga nógv live, hóast løgini ikki eru givin út. So tað er deiligt at kunna vísa fólk eina heild av tí, sum eg havi arbeitt við síðstu trý árini."
Eg havi altíð havt eitt ynski um at vísa okkurt fram og undirhalda. Tað er ein stórur partur av mær.
Beinir
Góðan vind í seglunum
Beinir hevur av álvara fingið vind í seglini á danska tónleikapallinum. Hann hevur skrivað sáttmála við danska plátufelagið The Bank, ið eisini arbeiðir saman við kendum nøvnum sum The Minds Of 99, Benjamin Hav, Peter Summer, Soleima og Saveus.
Harumframt hevur Beinir eisini framført beinleiðis í stóru donskum sjónvarpsrásunum DR og TV2 til ávikavist feiringina av at Grundlógin fylti 150 ár og í Vild med dans.
"Eg havi altíð elskað at skrivað løg og spælt tónleik. Eg eri trý ára gamal á fyrstu upptøkurnar av mær, har eg framføri fyri ommum og abbum. Eg havi altíð havt eitt ynski um at vísa okkurt fram og undirhalda. Tað er ein stórur partur av mær, og tí tók eg stigið at fara niður og royna at finna fólk at arbeiða saman við í Danmark."
Beinir í Leitisstein týskvøldið (Mynd: Bjarni Árting Rubeksen)
'Greener', bæði sangurin og plátan, snúgva seg um at taka stigið og fylgja einum dreymi, sum í útgangsstøðinum er rættiliga óveruligur.
Beinir
Útgávukonsertir í Løkshøll
Beinir viðgongur, at hann hevur lært nógv av at flyta niður, og at hann hevur møtt nógvum spennandi og dugnaligum fólkum.
"Tá eg skrivi sangir, so er tað út frá tí, sum eg upplivi sjálvur. 'Greener', bæði sangurin og plátan, snúgva seg um at taka stigið og fylgja einum dreymi, sum í útgangsstøðinum er rættiliga óveruligur, fyri at vita um grasið er grønari hinumegin," greiðir Beinir frá.
Í sambandi við útgávuna av "Greener" fer Beinir eisini á eina stóra konsertferð í Danmark og Týsklandi. Men hann leggur eisini leiðina heimbýin Runavík og spælir tvær konsertir í Løkshøll 22. og 23. november.
"Tað gleði eg meg ordiliga nógv til, tí mín tónleikaleið byrjaði í Løkshøll, tá eg sum átta ára gamal spældi fyri hinum børnunum," greiddi hann LEITISSTEIN frá.
(Mynd: Bjarni Árting Rubeksen)
>>Hoyr eisini LEITISSTEIN-sendingina, har Beinir er Gestur
GREENER
eftir Beinir
eftir Beinir
Vers 1
I live in a town by the ocean
It's greener than most places I know
Nothing for miles in the open
I've been watching the waves from my window
Wondering where they go
I'll be a fool to follow
I live in a town by the ocean
It's greener than most places I know
Nothing for miles in the open
I've been watching the waves from my window
Wondering where they go
I'll be a fool to follow
When I got everything I need right below my feet
Niðurlag
We don't need another dreamer bound to loose his mind
How stupid, right?
It's stupid, right?
Still I think the grass is greener on the other side
It's stupid, right?
To leave it all behind
We don't need another dreamer bound to loose his mind
How stupid, right?
It's stupid, right?
Still I think the grass is greener on the other side
It's stupid, right?
To leave it all behind
Vers 2
I need a new beginning
Has nothing to do with you, my friend
You're with me wherever I'm going
Why do I look for more?
What am I asking for?
Am I a fool to go?
I need a new beginning
Has nothing to do with you, my friend
You're with me wherever I'm going
Why do I look for more?
What am I asking for?
Am I a fool to go?
When I got everything I need right below my feet
Niðurlag
To leave it all behind
To leave it all behind
Da da da da da
To leave it all behind...
To leave it all behind...
Nýggjastu sendingar í ÚV