FC Suðuroy enn eina uppflyting

FC Suðuroy enn eina uppflyting
Eftir tvær uppflytingar á rað, skal FC Suðuroy aftur spæla í bestu fótbóltsdeildini komandi kappingarár.
Longu eftir næstseinasta umfar var greitt, at FC Suðuroy flutti upp í bestu deildina
Mynd: FC Suðuroy  
 
27.10.2024 - 10:10

Í 2015 flutti FC Suðuroy niður úr bestu fótbóltsdeildini, og síðan tá hevur liðið úr sunnaru helvt av Suðuroynni verið heilt niðri í triðbestu deildini og vent.

Men næsta ár verður FC Suðuroy aftur í bestu deildini - enntá eftir at hava flutt upp tvey ár á rað. Tað var longu greitt eftir næstseinasta umfarið.

- Sum uppflytari setir ein sær sjáldan beinanvegin sum mál at flyta upp einaferð afturat, og tað gjørdi FC Suðuroy heldur ikki, sigur Pól Thorsteinsson, venjari hjá FC Suðuroy.

Lopið úr 2. deild upp í Betrideildina upp á tvey ár er stórt, og tað er ikki óhugsandi, at FC Suðuroy fer at leita sær eftir styrki fram til næsta kappingarár.

Við FC Suðuroy upp í Betrideildina kemur TB, so Suðuroyggin aftur hevur tvey av teimum tíggju liðunum har.

Hoyr samrøðu við Pól Thorsteinsson her:

2024-10-26-Pol-Thorsteinsson

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 23. oktober
Vikuskiftið 23 okt 2026
215288
Fríggjadag 23. oktober
2. partur
215278
Fríggjadag 23. oktober
Beinleiðis úr Studio 5 - Søren Manscher
215266
Fríggjadag 23. oktober
Breddin: Grøna orkuskiftið er steðgað upp
215263
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 23. oktober
Mentanarvirðislønir landsins 2026
215302
Fríggjadag 23. oktober
Veðrið
215286
Hósdag 22. oktober
Veðrið
215237
Hósdag 22. oktober
Tá týskurin bumbaði Klaksvík
215155
Mikudag 21. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215120