![](https://kvf.fo/sites/default/files/styles/myndasavn-width/public/20241028-123012-l-5616x3744ma.jpg?itok=_nM2Y35x)
Frítekst tagging:
- Tíðindi, mentan og ítróttur
Dysturin verður av mongum mettur sum størsta einstaka ítróttarhending í 20. øld.
George Foreman var ósigraður og stórfavorittur, tá hann skuldi verja sítt heitið í tungvektsboksing ímóti Muhammad Ali, sum hevði mist heitið í 1967, tá hann noktaði at gera herskyldu í samband við kríggið í Vietnam.
Teir brustu saman í Kinshasa, høvuðsstaðnum í tí, sum tá var Zaire, frammanfyri 60.000 fólkum. Tað verður mett, at fleiri 100 milliónir fylgdu við í sjónvarpinum.
Rope-a-dope
Foreman var kendur fyri síni hørðu sløg, meðan Ali var skjótur og tekniskur.
Foreman var ágangandi frá byrjan og trýsti Ali út ímóti togunum við tungum sløgum, men Ali vardi seg væl og so líðandi troyttaðist Foreman. Hendan taktikkin kallaði Ali seinni "rope-a-dope".
Ali rakti oftari og oftari við sínum knøppu høggum, og sum umgangirnir gingu hovnaði andlitið hjá Foreman alsamt meir.
Í áttanda umgangi kom avgerðin. George Foreman var nú somikið moyrur, at Muhammad Ali leyp á og við eini slagkombinatión, sum endaði við einum høgra neva frammaná, feldi hann mótstøðumannin og endurvann beltið.
Umdysturin, sum ongantíð kom
Muhammad Ali hevði fyrr boksað umdystir ímóti bæði Sonny Liston, Floyd Patterson og Joe Frazier, og øll vónaðu og bíðaðu tí eftir, at George Foreman fór at fáa kjansin aftur.
Umdysturin gørdist kortini ongantíð veruleiki. Hinvegin gjørdust teir báðir vinmenn, og í 1996 leiddi Foreman Ali, sum tá var merktur av Parkinson, upp á pallin at taka ímóti Oscar-virðisløn fyri heimildarfilmin, "When We Were Kings", sum er um viðgitna dystin í Zaire.
Í samband við 70 ára føðingardagin hjá Ali fortaldi Foreman um einaferð, tá hann í 1981 var spurdur av tíðindamanni um "Rumble in the Jungle":
- Eg mátti hyggja hann í eyguni og siga: "Eg tapti. Hann vann á mær." Áðrenn hetta hevði eg bert hevnd og hatur í huga, men síðan varð tað greitt. Eg fái ongantíð vunnið handan dystin, so eg mátti sleppa honum.