Miðflokkurin: Húsalánsgrunnurin skal ikki sleppa at læna so nógvan pening

Miðflokkurin: Húsalánsgrunnurin skal ikki sleppa at læna so nógvan pening
Tað er ikki rætt, at Húsalánsgrunnurin heldur fram at byggja, nú haldførið hjá grunninum er sera ivasamt, sigur flokkurin í lógaruppskoti
Løgtingið samtykti í vár at hækka lániloftið hjá Húsalánsgrunninum til bústaðarbygging 350 mió. kr. (Savnsmynd)
 
06.11.2024 - 08:32

Húsalánsgrunnurin eigur ikki at sleppa læna so nógvar pengar, sum hann hevur lógarheimild til.

Tað heldur Miðflokkurin, sum hevur uppskot um at broyta lógina um Húsalánsgrunnin.

Løgtingið samtykti í vár at hækka lániloftið hjá Húsalánsgrunninum til bústaðarbygging 350 mió. kr. 

Hetta var samtykt á ivasomum grundarlagi, sigur Miðflokkurin.

Les uppskotið her.

 

Haldføristrupulleikar

Tað var greitt, tá Landsgrannskoðanin kom við frágreiðing um Húsalánsgrunnin.

Í henni var varpað ljós á haldføristrupulleikar hjá Húsalánsgrunninum.

Tað er ikki rætt, at Húsalánsgrunnurin heldur fram at byggja, nú haldførið hjá grunninum er sera ivasamt.

Umhugsað eigur eisini at vera at skipa Húsalánsgrunnin á annan hátt, sigur Miðflokkurin. 


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 5. november
RagnarRokk 5.november 2026
215048
Hósdag 5. november
Nýtt ljóð
215977
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 5. november
Veðrið
215981
Hósdag 5. november
Talvið um Tinganes (1:2)
215911
Mikudag 4. november
Hondbóltur: Føroyar - Kosovo
215928
Mikudag 4. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
215891
Mikudag 4. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
215890