Fyrrverandi demokratur fegnast um forsetavalið

Fyrrverandi demokratur fegnast um forsetavalið
Hóast hann hevur verið demokratur alt sítt lív, so atkvøddi Manuel James Delgado fyri Donaldi Trump
07.11.2024 - 19:24

Úrslitið av forsetavalinum kom ikki óvart á Manuel James Delgado, sum er amerikanari í Føroyum. 

"Eg hevði bæði vónað og væntað, at Donald Trump fór at vinna", sigur fyrrverandi demokraturin. 

Eg havi mist álit á demokratunum, tí havi eg valt at stuðla republikanska flokkinum nú, fortelur Manuel James Delgado.  

Fyrr í vikuni tosaði Kringvarpið við tveir aðrar amerikanarar í Føroyum. Joshua Ty Carmichael og Patricia Lucas Petersen, sum ávíkavíst stuðlaðu Donaldi Trump og Kamalu Harris. Til ber at lesa meira um tað her: Amerikanarar í Føroyum fylgja væl við

Nøkur, sum nokk eisini fegnast um valúrslitið, eru næmingarnir á miðnámsskúlan á Kamsdali. Á stóra valdegnum gjørdu tey eina veljarakanning - úrslitið var, at meirilutin av teimum spurdu høvdu valt Donald trump til forseta, um tey høvdu valrætt í USA. Sí innslag her: Amerikanska valið á tímatalvuni

Annika Soll, sum er undirvísari í samfelagsfrøði á Glasi, vitjaði í sjónvarpsstovuni. 

 

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 11. mai
Status eftir 9. umfør
208190
Mánadag 11. mai
Morgunlestur mánadagur 11.mai 2026
208057
Sunnudag 10. mai
Guðstænasta í Kvívíkar kirkju
208155
Sunnudag 10. mai
Bolero
208154
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 11. mai
Veðrið
208210
Mánadag 11. mai
Kakumiks 2 (7:7) - teknmálstulkað
208194
Sunnudag 10. mai
Møti úr Lívdini í Hoyvík
208164
Sunnudag 10. mai
Misery
208162
Sunnudag 10. mai
Andaktin
208158