Løgmaður tilnevnir nýtt landsstýrisfólk seinnapartin

Løgmaður tilnevnir nýtt landsstýrisfólk seinnapartin
Kringvarpið skilir, at Súsanna Bertholdsen fer í heilsumálaráðið og Margit Stórá í umhvørvismálaráðið
 
08.11.2024 - 08:56

Klokkan tvey seinnapartin fer Aksel V. Johannesen, løgmaður, at tilnevna nýtt landsstýrisfólk.

Tað var hósdagin 24. oktober, at Ingilín D. Strøm legði frá sær sum landsstýriskvinna, tá tað var greitt, at meiriluti var í løgtinginum fyri einum uppskoti um misálit á landsstýriskvinnuna.

Dagin eftir, fríggjadagin 25. oktober, boðaði Høgni Hoydal frá, at hann legði frá sær sum formaður í Tjóðveldi. Og leygardagin í síðstu viku varð Sirið Stenberg vald til forkvinnu í Tjóðveldi.

Síðstu smáar tvær vikurnar hevur løgmaður sjálvur umsitið málsøkið, sum Ingilín D. Strøm varaði av sum landsstýriskvinna.

Súsanna Bertholdsen. (Mynd: Bjarni Árting Rubeksen)

 

Margit Stórá. (Mynd: Bjarni Árting Runbeksen)

 

Súsanna og Margit

Kringvarpið skilir, at løgmaður ætlar at nýta høvi at gera fleiri broytingar í landsstýrinum. 

Sum skilst verður Súsanna Bertholdsen nýtt landsstýrisfólk. Men hon kemur IKKI í tóma landsstýrissessin - men verður landsstýriskvinna í heilsumálum.

Súsanna Bertholdsen er í løtuni varafólk á tingi. Hon fekk 276 atkvøður á løgtingsvalinum í 2022 og er nummar 10 á listanum hjá Javnaðarflokkinum.

Margit Stórá, sum hevur higartil hevur verið landsstýriskvinna í heilsumálum, verður so í staðin landsstýriskvinna í umhvørvismálum.

Móttøka verður sum nevnt í Tinganesi klokkan 14.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 6. november
Vikuskiftið 6 nov 2026
216044
Fríggjadag 6. november
Eitt korter við jazzi 5. november 2026
216040
Fríggjadag 6. november
LEITISSTEIN 06.11.2026 (Benjamin Rajani)
216031
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 6. november
Veðrið
216045
Fríggjadag 6. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
216011
Hósdag 5. november
Veðrið
215981
Hósdag 5. november
Talvið um Tinganes (1:2)
215911
Mikudag 4. november
Hondbóltur: Føroyar - Kosovo
215928