Kommunulækni ósamd við Landslæknan um Giljagarð

Kommunulækni ósamd við Landslæknan um Giljagarð
Eldrasambýlið Giljagarður í Leirvík hevur fingið átalu frá Landslæknanum í sambandi við trygdina hjá búfólkunum. Men tað kennir Jytta Friang, kommunulækni, ikki aftur
Giljagarður í Leirvík
 
08.11.2024 - 18:29

- Eg dugi ikki at síggja, at borgarirnir á Giljagarði upp á nakran sum helst máta eru í vanda.

Tað sigur Jytta Friang, kommunulækni á eldrasambýlinum Giljagarði í Leirvík.

Giljagarður hevur fingið átalu frá Landslæknanum í sambandi við trygdina hjá búfólkunum. Giljagarður sigur í hoyringarsvari, at hond er tikin um viðurskifti í átaluni síðani eftirlitið tann 21. august. Men sambært frágreiðingini er tað ikki nokk til, at Landslæknin vil strika átaluna.

Sambært átaluni frá Landslæknanum skulu broytingar gerast í sambandi við handfaring av heilivági, dagføring av journalum, sjúkrarøktarligum metingum og samtykki um kunning.

Ein atfinning av Giljagarði var eisini, at leiðbeiningin um at frávelja lívsleingjandi viðgerð ikki var nøktandi. Men broytingar eru framdar á hesum øki, og Landslæknin hevur góðkent broytingarnar.

- Samanumtikið eru stórir trupulleikar við trygdini, sum er til vanda fyri sjúklingarnar, sigur landslæknaembætið.

Men hesari meting er Jytta Friang als ikki samd við.

 

Hoyr innslagið við Jyttu Frinag, sum varð sent í tíðindunum kl 18.00, her:

GIljagardur_Jytte_Friang


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 18. mars
Valkøn 18. mars
205846
Mikudag 18. mars
Fyrsta val 18. mars 2026
205820
Mikudag 18. mars
Fyrireiking er lykilin
205812
Mikudag 18. mars
Andgletturin
205811
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 18. mars
APO00157 - teknmálstulkað
205845
Mikudag 18. mars
Dagur og vika - teknmálstulkað
205826
Mikudag 18. mars
Andgletturin - Miðflokkurin
205810
Mikudag 18. mars
Sjálvstýri í heita stólinum (4:7)
205808