Bárður og Jenis rúkandi ósamdir um Tel Aviv

Bárður og Jenis rúkandi ósamdir um Tel Aviv
- Vit mugu styrkja okkum, har vit veruliga vilja gera vart við okkum, tað sigur landsstýrismaðurin, nú landsstýrið vil lata aftur sendistovuna í Tel Aviv
 
30.09.2026 - 21:39

Føroysku sendistovurnar í Moskva og Tel Aviv verða nú niðurlagdar. Hildið verður fram við sendistovu í London, men nú verður tað sendifólkið til ES, sum eisini verður sendifólk til Bretlands.

Tað boðar uttanríkis- og fiskimálaráðið frá í sambandi við, at fíggjarlógin fyri 2027 er løgd fram í dag.

Ráðið sigur í fráboðan, at Uttanríkistænastan verður umskipað, so orka og førleikar í størri mun verða savnað um Norðuratlantshav og Arktis.

- Vit mugu styrkja okkum, har vit veruliga vilja gera vart við okkum.

Tað sigur Bárður á Steig Nielsen, landsstýrismaður í uttanríkis- og fiskivinnumálum, nú landsstýrið í uppskotinum til fíggjarlógina fyri 2027 leggur upp til, at sendistovurnar í Moskva og Tel Aviv verða niðurlagdar. 

Jenis av Rana var landsstýrismaður í uttanríkismálum, tá sendistovan í Tel Aviv lat upp.

Hann heldur framvegis, at hon hevur stóran týdning, og vísir á, at útflutningurin til Ísrael er vaksin úr nøkrum hundraðtúsund krónum upp í fleiri milliónir. Í 2025 varutflutningsvirðið áleið 52 mió. kr.

Tí skilir hann als ikki ætlanina um at niðurleggja sendistovuna í Ísrael.

Hoyr innslag í útvarpstíðindunum

1835424


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 4. november
Dansival 04 nov 2026
215927
Mikudag 4. november
Skratsj 4. novembur 2026
215925
Mikudag 4. november
Mono - 90'ini undir lupp (1:4)
215920
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 5. november
Talvið um Tinganes (1:2)
215911
Mikudag 4. november
Hondbóltur: Føroyar - Kosovo
215928
Mikudag 4. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
215890
Mikudag 4. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
215891
Týsdag 3. november
Veðrið
215860