Semja um neyðtilbúgving í arbeiðssteðgi

Semja um neyðtilbúgving í arbeiðssteðgi
Avtalan tryggjar, at lív, heilsa og týðandi samfelagslig virði ikki koma í vanda, siga arbeiðsgevararnir. Starvsfelagið sigur, at verkfalsrætturin verður ikki avmarkaður
Ruth Vang, landsstýriskvinna, og Súni Selfoss, formaður í Starvsfelagnum, tá skrivað var undir nýggjan sáttmála fríggjadagin.
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
11.11.2024 - 08:09

Við í nýggju semjuni millum Starvsfelagið og Fíggjarmálaráðið og Kommunala arbeiðsgevarafelagið er avtala um at gera semju um neyðtilbúgving í arbeiðssteðgi.

Hetta hevur verið týdningarmikið ynski hjá Fíggjarmálaráðnum og Kommunala arbeiðsgevarafelagnum.

Við neyðtilbúgving í sambandi við arbeiðssteðg fáa sáttmálapartarnir greiða avtalu um, hvussu partarnir saman loysa eina møguliga ósemju um undantøk.

- Við avtaluni verður tryggjað, at lív, heilsa og týðandi samfelagslig virði ikki koma í vanda, siga arbeiðsgevararnir.

Haraftrat hava partarnir staðfest, at ávísir leiðarar eru undantiknir arbeiðssteðgi.

Starvsfelagið sigur, at tað ikki fer at avmarka verkfalsrættin.

- Heldur er talan um, at tey undantøkini, sum vanliga verða latin, verða nú nágreinað og skjalfest, sigur felagið.
 
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 11. november
Dansival 11 nov 2026
216272
Mikudag 11. november
Vágskálin: Millum veruleika og óveruleika
215895
Mikudag 11. november
Skratsj 11. novembur 2026
216266
Mikudag 11. november
Mono - 90'ini undir lupp (2:4)
216264
Mikudag 11. november
Eg kendi meg sum greinina
216035
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 15. november
Eitt dýpi av dýrari tíð 2:2
216214
Leygardag 14. november
Eitt dýpi av dýrari tíð (1:2)
216213
Týsdag 10. november
Veðrið
216210
Mánadag 9. november
Veðrið
216154
Sunnudag 8. november
Bygdarlív 3 - Skálavík
216096