Lea skrivaði svimjisøgu

Lea skrivaði svimjisøgu
FM á stuttgeil: 16 ára gamli bringusvimjarin Lea Osberg Højsted úr Ægi tók metið á 50 metrum fríggjadagin, 100 metrum leygardagin og sunnudagin fór hon eftir tí triðja á rað
11.11.2024 - 16:28

Lea Osberg Højsted setti nýtt føroyskt met í 50 metra bringusvimjing fríggjadagin. Leygardagin endurtók hon bragdið á 100 metrum, og tá 200 metrar vóru á skránni sunnudagin, fór hon eftir hattrikkinum.

Tað eydnaðist henni eisini við tíðini 2,33.17, og hon gjørdist sostatt fyrsti føroyski svimjarin, sum eigur øll trý metini í bringu á ávíkavist 50, 100 og 200 metrum bæði hjá juniorum og seniorum. Men Lea Osberg Højsted mátti geva alt, hon átti.

 - Eg havi ræðuliga ilt í øllum kroppinum, og hann sigur bara stopp nú, so tað er gott, at hetta er liðugt, segði hon beint eftir 200 meturin sunnudagin.

 - Eg væntaði ikki, at eg fór at klára tað, tí eg var so móð eftir 100 blanda, sum eg svam í áðni, men eg eri øgiliga nøgd við hasa tíðina. Hatta píndi, sum eg veit ikki hvat, men tað var alt vert tað, staðfesti Ægir-svimjarin.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 17. august
Poppverturin 12
208466
Mánadag 17. august
Fótbóltsprát: Troyttir KÍ'arar
211911
Mánadag 17. august
RagnarRokk: Patrick Prochiner um Desolation
209148
Sunnudag 16. august
Tónleikur í 13 øldir (7:10)
210351
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 17. august
Veðrið
211923
Leygardag 15. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211870
Fríggjadag 14. august
Veðrið
211847
Týsdag 11. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211761
Týsdag 11. august
Veðrið
211744