Fleiri fólk í Hovi

Fleiri fólk í Hovi
Fólkatalið í Hovi er vaksið síðan seinasta kommunuval, og er í dag farið uppum 100 fólk. Tað hevur eisini við sær, at tvey fólk aftrat skulu veljast í bygdaráðið
12.11.2024 - 12:02

Fólkatalið í Hovi vaksur, og í dag búgva 103 fólk í kommununi.

Tað hevur millum annað við sær, at tvey fólk afturat skulu veljast í bygdarráðið hesa ferð.

Hví er tað so gott at búgva í Hovi?

 - Tað veit eg ikki, um eg eri hin rætti at svara upp á, sigur borgarstjórin í Hovs kommunu, Delmar Tausen.

 - Men her er gott at búgva, og tað eru komnar nógvar ungar familjur eisini, sigur hann og leggur afturat, at fólkasamansetingin eisini sær skilagóð út.

Sum í øðrum smærri bygdum er kortini torført at finna okkurt at búgva í, viðgongur Delmar Tausen.

 - Tað eru eldri hús og líknandi, men her hevur eingin bygt í fleiri ár. Tað er ikki nemt at byggja í Hovi, tí tað kostar líka nógv sum aðrastaðni, og tað er øgiliga ringt at finna fígging.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 13. september
Bolero
213160
Sunnudag 13. september
Credo: Filosofiskur (1)
213158
Leygardag 12. september
23. Jambalaja - 120926
213152
Leygardag 12. september
Upp á tá - 110926
213150
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 11. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213145
Fríggjadag 11. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213091
Fríggjadag 11. september
Veðrið
213136
Hósdag 10. september
Veðrið
213065