Ikki fleiri skúlaheim

Ikki fleiri skúlaheim
Skúlaheimini í Havn eru fullsett, men sera fá eru á bíðilista, sigur landsstýrismaðurin
 
24.10.2013 - 09:03

Brúk verður ikki fyri fleiri skúlaheimum í Havn, tá Marknagilsdepilin er liðugur.

Fleiri næmingar vera ikki í Marknagilsdeplinum enn nú eru í Hoydølum, Tekniska skúla og Handilsskúlanum.

Skúlaheimini í Havn eru fullsett, men sera fá eru á bíðilista. Tí fer tørvurin á skúlaheimsplássum neyvan at vaksa í fyrsta umfari.

Tað sigur Bjørn Kalsø, landsstýrismaður, í svari til Gunnvør Balle, løgtingskvinnu.

Bjørn Kalsø sigur eisini, at skúlaheimið í Børkugøtu í Havn varð selt á tvingsilsuppboði í fjør.

Men áðrenn tað hendi, stóð bæði Fróðskaparsetrinum og Skúlanum í Hoydølum í boði at taka við skúlaheiminum í Børkugøtu. Hvørgin tók av.

Skúlin í Hoydølum metti seg ikki at hava brúk fyri skúlaheiminum.

Bjørn Kalsø sigur, at ikki er avgjørt, hvat verður gjørt við Skúlaheimið í Marknagili.

Sjálvsognarstovnurin, sum varðar av Tekniska Skúla í Tórshavn, eigur Skúlaheimið.

Sambært avtalu verður tað latið sum partur av Skúladeplinum.

Áðrenn nøkur avgerð verður tikin um at broyta skúlaheimini í Havn, verður fyrst kannað, hvør tørvurin er og hvørji krøv, bústaðir hjá lesandi skulu lúka, sigur landsstýrismaðurin í svari sínum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 15. november
Guðstænasta í Haldarsvíkar kirkju
216428
Sunnudag 15. november
Filosofiskur 8.partur
216351
Leygardag 14. november
TEMAPLÁTAN 40: 'Fahrenheit', Toto, 1986
215932
Leygardag 14. november
Jambalaja - 141126
216417
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 15. november
Eitt dýpi av dýrari tíð 2:2
216214
Sunnudag 15. november
Andakt
216426
Leygardag 14. november
Eitt dýpi av dýrari tíð (1:2)
216213
Fríggjadag 13. november
Veðrið
216392
Fríggjadag 13. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
216364