Havnin er tald upp: Her er nýggja kommunustýrið

bannari
Havnin er tald upp: Her er nýggja kommunustýrið
Nýggja kommunustýrið í størstu kommununi í landinum er nú funnið. Elsa Berg fekk flestar atkvøður, og Tjóðveldi gjørdist størsti flokkurin. Enn er óvist, hvør skipar samgongu
Hesi manna nýggja kommunustýrið í Tórshavnar kommunu.
 
12.11.2024 - 00:03

Tað hevur verið spenningur til síðstu løtu á Hálsi í Havn.

Tað gjørdist greitt rættiliga tíðliga, at Elsa Berg hevði fingið nógvar atkvøður, meðan núverandi borgarstjórin, Heðin Mortensen, ikki hevði fingið eins nógvar atkvøður sum til undanfarna valið. Soleiðis býttu atkvøðurnar seg á ymsu flokkarnar: 

Elsa Berg segði tíðliga á kvøldinum, at hon ætlaði at fara eftir borgarstjórasessinum, men einki er liðugt, fyrr enn alt er liðugt. Og soleiðis hevur heldur ikki verið í kvøld. Tí meðan atkvøðurnar vóru taldar upp, tóku samráðingar seg upp á valstaðnum. 

Og enn er óvist, júst hvussu samgongan verður skipað, og um Elsa Berg og Tjóðveldi yvirhøvur eru partur av einum meiriluta í Tórshavnar kommunu.ð

Tí hóast Tjóðveldi gjørdist størsti flokkurin og fekk fýra umboð í kommunustýrið, skal teljast upp í sjey limir, um ein samgonga skal skipast. Og hetta sær út til at gerast torført fyri Elsu Berg og Tjóðveldi. 

 

Rættiliga stór útskifting

Tað er ein rættiliga stór útskifting, sum fer fram í býráðnum. Tí fleiri nýggj nøvn eru á listanum. 

Eitt nú eru Høgni Vilhelmsen, Heidi Lava Elgeirsdóttir, Anja Maria Hammer Weyhe, Bergur Robert Dam Jensen og Guttormur í Skála hava ikki áður sitið í kommunustýrinum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 7. november
PLÁTUPANELIÐ #43 (1976)
216068
Leygardag 7. november
Jambalaja - 071126
216065
Leygardag 7. november
Upp á tá - 061126
216062
Fríggjadag 6. november
Vikuskiftið 6 nov 2026
216044
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 7. november
Talvið um Tinganes (1:2) - teknmálstulkað
216066
Leygardag 7. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
216058
Fríggjadag 6. november
Veðrið
216045
Fríggjadag 6. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
216011